Jón Thomasen og Heðin Mortensen borgarstjóri í Havn hava nú undirskrivað sáttmálan um renavatiónina í Tórshavnar kommunu. Sáttmálin við Tom Hellisdal, ið hevur røkt hesa tænastuna tey seinnu árini, er útgingin. Tann nýggi sáttmálin við Jón Thomasen er galdandi frá 1. apríl í ár og fram til 31. mars 2015.
Sp/f Jón Thomasen er heimahoyrandi Frammi í Gerði í Kvívík.