Arbeiðarafeløgini – Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag – hava í kvøld longt sáttmálan til fríggjakvøldið 6. mai á midnátt.
Sum skilst hava tey niðurlagt samráðingarnar í kvøld. Í morgin er heilidagur og so verður hildið á at samráðast fríggjamorgunin.
Sáttmálin gekk út 1. mai og tó at samráðingarnar byrjaði í góðari tíð, longu 29. mars handaðu partarnir hvørjum øðrum síni krøv, so er enn ikki komið á mál.
Tey fimm fakfeløgini, ið samráðast við Føroya Arbeiðsgevarafelag eru Havnar Arbeiðskvinnufelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðarafelag.
Kristoffur Laksá er samráðingarleiðari.