Tórshavnar kommuna hevur í dag undirskrivað sáttmála við J & K Petersen um nýggja langhylin í Havn.
Arbeiðið fer at kosta 147,5 milliónir krónur, og væntandi verður farið undir at rigga til áðrenn jól.
Langhylurin skal verða liðugur í 2023. Tað eru SNA, sum hava prosjekterað hylin.
Annika Olsen, borgarstjóri, segði á samkomu um middagsleitið, at hetta er ein stórur dagur fyri føroyska svimjing, bæði fyri breiddina og fyri úrvalsítróttina.
- Við langhylinum tekur føroysk svimjing eitt stórt stig út í heim við luttøku í altjóða kappingum, eins og vit nú kunnu hýsa størri altjóða kappingum í høvuðsstaðnum, segði Annika Olsen.