Sáttmálatræta: Fakfeløg viðgera støðuna enn

Enn eru fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum ikki liðug at viðgera støðuna, eftir at semingsroyndin ímillum tey og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið slitnaði í gjárkvøldið.

Fakfeløgini vildu ikki góðtaka semingsuppskotið, men tað gjørdi arbeiðsgevararnir.

Tey fýra fakfeløgini eru Starvsmannafelagið, Lærarafelagið, Pedagogfelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag og eftir at semingsroyndin var slitnað, sendu tey mótpartinum, sum eru Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, eitt skriv um nøkur viðurskifti og vildu hava svar í seinasta lagi á miðdegi í dag.

Tað fingu tey eisini og síðani hava feløgini siti á fundi og viðgjørt støðuna.

Enn er óvist, nær tey verða liðug, men onkur av teimum hevur sagt, at tað verður ikki enn.

Í hesum sambandi royna tey at finna orðingar, sum allir partar kunnu góðtaka fyri at finna eina semju so onki verkfall verður..

Hvat brævið og svarið snúgva seg um, vil ongin siga.

Sostatt mugu vit brynja okkum við toli, men svarið frá fakeløgunum verður avgerðandi fyri um landið verður lagt lamið av verkfallið ella ikki.

Undir øllum umstøðum kunnu lærararnir ikki fara í verkfall fyrrenn 1. mars, tí teir hava eina høvuðsavtalu, sum áleggur teimum eina fráboðanarskyldu uppá minst ein mánaða freist, áðrenn teir kunnu fara í verkfall.

Á myndini er tað Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, á veg á semingsfund.