Sáttmálasemja við fíggjarstovnar

Í morgun skrivaðu Arbeiðsgevarafelagið hjá fíggjarstovnum í Føroyum og Yrkisfelagið hjá fíggjarstovnum í Føroyum undir nýggjan sáttmála fyri tíðarskeiðið 1. mai 2007 til 1. mai 2011.

Samráðingarnar byrjaðu mánamorgunin klokkan 9.00, og eftir at hava samráðst í nærum eitt døgn varð rokkið á mál.
Lønarkarmurin er á støði við semjuna, sum gjørd varð millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið fyrr í ár. Av hesum er eftirlønarhækkingin 3% fyri Starvsfólkafelag Føroysku Sparikassanna og 1,25% fyri Yrkisfelagið Trygdin.
Afturat hesum eru ásetingar gjørdar viðvíkjandi parttíðarsettum í Eik Banka og sparikassunum, umframt ásetingar um nútímansgerð av sáttmála- og lønarleisti.
Mikudagin byrjar AFF sáttmálasamráðingar við Finansforbundet fyri starvsfólkini í Føroya Banka og Trygd.