Fyri at tað ikki skal vera nakar ivi um hesi viðurskifti, so vilja vit við hesum aftuvísa hesum pástandum og gera vart við, at Føroya Reiðarafelag sum mál hevur at varðveita lønarstøði sum nú er við teirri broyting, sum varð avtalað við seinastu sáttmálasamráðingar.
Hesar broytingar eru, at tær rationaliseringar, sum seinastu árini eru farnar fram á øllum veiðubólkum, einans eru komnar manningini tilgóðar - og í serligan mun yvirmonnunum. Sum verðandi sáttmálar eru orðaðir, kostar tað reiðaríunum pening hvørja ferð manningatalið minkar við einum manni. At hetta ikki er rætt, eru allir partar samdir um sambært tað »Protokollatið«, sum varð undirskrivað fyri einum ári síðani.
Tað eru hesi viðurskifti, sum Føroya Reiðarafelag hevur sett fram sum sáttmálauppskot til verðandi samráðingar og givið øllum manningarfeløgum neyvar útrokningar í hesum sambandi. At yvirmannafeløgini svara aftur við krøvum um hækkingar í yvirmannahýrum, er so teirra máti at tulka hesa gjørdu samtykt.
Av øðrum málum eru onkur prinsipmál um tulkingar í felagsreglunum, sum eru valdandi millum manningarfeløgini og Føroya Reiðarafelag, men tað hevur sum so onki við lønarspurningar at gera.
Til kunningar fara vit tí hervið at endurgeva »Protokollatið« í fullum orðaljóði:
Rationaliseringar
Partarnir binda seg til í verandi sáttmálaskeiði at samráðast um eina sáttmálaorðing, sum hevur við sær, at rationaliseringar koma skipinum umframt manningini tilgóðar.
Skipanin skal virka soleiðis, at tá manningartalið lækkar, verður sparingin býtt millum skipara, manningina og skipið. Hetta fæst við at býtisprosentið lækkar við minkandi manningartalið.
Í verandi sáttmálaskeiði skulu eisini verða samráðingar, har miðið verður ímóti, at fyri at yvirmannapartarnir ikki av sær sjálvum skulu vaksa, samsundis sum manningartalið lækkar, skulu yvirmannapartar roknast sum prosent í staðin fyri partar.