Sáttmálar undirskrivaðir í Gøtu

Sambært umhvørvisverndarlógini og kunngerð um umhvørvisreglur frá 1994 og kunngerð um spillivatn frá 2009 skulu allar kommunur gera eina spillivatnsætlan, og øll spillivatnsviðurskifti skulu verða í lagið innan hin 1. januar í 2015.

Í hesum sambandi hevur Eysturkommuna í nøkur ár arbeitt við at fáa skrásett og skipað eina spillivatnsætlan. Umframt at skráseta og gera eina ætlan, hevur kommunan miðvíst gjørt arbeiðir við at savna og leggja kloakkleiðingar út á streymasjógv.

Í gjár vórðu sáttmálar undirskrivaðir millum Eysturkommunu og samtakið RTS/JHR.

Sáttmálarnir snúgva seg um at leggja kloakkleiðingar í vegin, sum verður róptur Kulibakki í Leirvík og at savna verandi spillivatnsleiðingarnar úti í Bug og fáa hetta pumpað út á streymasjógv við Kráartanga.

- Tá arbeiði úti í Bug er gjørt, skuldi fjøran niðanfyri neystini verið rein. Hetta er samstundis næstseinasta stig í nevndu ætlan, har alt spillivatn skal førast út á streymasjógv. Tá hetta arbeiðið er liðugt, vantar sostatt bert tann seinasta leiðingin út á streymasjógv, og er hetta arbeiðið eisini klárt at bjóða út, sigur Eysturkommuna á síni heimasíðu.