Besta mansliðið hjá Mjølni hevur fyrireika seg sum frægast í hesum seinastu døgunum undan stóra finaludegnum, sum má metast at vera størsti einstaki dagurin innan føroyskan flogbólt.
Serligi finaludagurin hevur verið hildin síðan í 2000, tá júst Mjølnir eisini spældu. Ta ferðina var mótstøðuliðið, Fleyr úr Havn, og hjá kvinnunum var talan um Drátt og Mjølnir. Í báðum dystunum vóru Klaksvíkingar við yvirlutan og vunnu steypið, so teir vita, hvussu Sørvingar munnu hava tað undan vikuskiftinum.
Leygardagin er so tíð til finalur aftur, har fyrst kvinnufinalan verður leikt kl. 13:30, og tá hon er avgreidd, fer mansfinalan í gongd, væntandi um trý-tíðina seinnapartin leygardagin.
Brøðurnar í Mjølni
Tosar man um flogbólt í Føroyum, kemst ikki undan at nevna Eystein Elttør úr Mjølni. Eystein (uttan ð, blaðm.) hevur verið ein sera týdningarmikil leikari á Mjølnir liðnum, og hevur hann til uppgávu, at vera verjuleikari, ella libero, so hann hevur mangan staðið fyri skotum, og hann hevur verið sera tíðandi partur av góðu gongdini hjá Mjølnir, seinastu nógvu árini.
Men Eystein er ikki einsamallur í Elttør familjuni, ið hevur fingist við flogbóltsspælið. Lítlibeiggin, Rúni Elttør, ið kanska einamest er kendur innan fótbóltsheimin, var ein rættuliga góður flogbóltsleikari á ungum árum, og Eystein metir, at helt hann á at spæla, og ikki fór til skips á ungum alduri, hevði hann verið eitt stórt føroyskt flogbóltsnavn í dag. Eystein gleðist yvir at hava bróðurin við í hópinum, og teir siga seg báðar vera sera spentar til vikuskiftið.
Elttør og Weihe
- Rúni er av sama árgangi sum Rúni Weihe, og tá vóru teir báðir nakað heilt serligt. Hevði lítlibeiggi hildið á, og verið seriøsur, so stóð hann onki aftanfyri Rúna Weihe, sigur Eystein um beiggja sín Rúna Elttør, ið verður við Mjølnirhópinum til finaluna.
Rúni Elttør gavst at spæla flogbólt afturi í 1998, tá hann var bert 18-ára gamal, og tá var hann á U-18 landsliðnum, og vann FM tað árið eisini við Meistaradeildini hjá Mjølni. Rúni minnist serliga spennandi og avgerandi dystin í Klaksvík móti Fleyr, ið fór at avgera meistaraheitið.
- Fleyr vóru á odda í landskappingini, og vunnu eisini fyrsta sett 15-9, og í øðrum setti vóru havnamenn á odda 9-0, men vit tóku time-out, og vendu gongdini. Vit vundu burtur úr teimum og vunnu annað sett 15-9, og somuleiðis triðja sett 15-9. Í fjórða setti vóru Fleyr fullkomuliga blástir um koll og vit knúskaðu teir av 15-0, og vunnu harvið meistaraheitið, sigur Rúni Elttør, ið tá valdi at gevast á toppinum, sum hann sjálvur tekur skemtandi til.
Allir mans tøkir
Sum skilst, eru flest allir mans hjá Mjølni tøkir til dystin, og sambært Jóan Peturi á Stongum, verður teirra lið eisini fullmannað.
Mjølnir-leikararnir fara longu fríggjakvøldið suður til Havnar at royna umstøðurnar í høllini á Hálsi og serliga gólvið, sum bílagt er til finaluna.
Síðan fara teir, eins og sigur er hjá teimum, at gista í Havnini ta náttina.
Soleiðis gera sørvingar tó ikki. SÍ hópurin fer suður leygardagin, men áðrenn fráferð savnast teir í bio-høllini í Sørvági, har teir eru saman við viðhaldsfólkum, og m.a. skriva autografar á serligar troyggju, ið iðhaldsfólkið kann fáa fyri bert 20,- kr.
Hóparnar til finaluna:
SÍ
Nr. Navn Aldur Hædd Leikpláss Landsdystir
1 Finn Ingi Falkvard 18 185 Kant/Miðja 0 Føroyar
2 Bárður Venned 19 187 Miðja 0 Føroyar
3 Ólavur Jensen 23 184 Hevari 5 Føroyar
4 Hans Kári Hansen 22 178 Kant/Diag. 0 Føroyar
5 Jón Nielsen 27 191 Diagonal 43 Føroyar
6 Brandur Heinason 18 183 Libero 8 Føroyar
7 Ingi Ole Jacobsen 19 186 Miðja 8 Føroyar
8 Jóhan Petur á Stongum 22 176 Kant 36 Føroyar
9 Jón Joensen 23 184 Kant 0 Føroyar
10 Ragnar í Haraldstovu 31 200 Diag./Kant 51 Føroyar
11 Sonni Zachariasen 18 170 Hevari 5 Føroyar
12 Filipp Gram 18 190 Miðja 5 Føroyar
Mjølnir
Nr. Navn Aldur Hædd Leikpláss Landsdystir
1 Rúni Elltør 28 189 Kant 5 Føroyar
2 Vladi Vassilev 31 192 Kant 0 Bulgaria
3 Gunnar Jørgensen 19 184 Kant 5 Føroyar
4 Bogi H. Isaksen 32 183 Hevari 5 Føroyar
5 Rasmus Purkhús 19 186 Kant 0 Føroyar
6 Thorvald Danielsen 21 192 Kant/Hevari 8 Føroyar
7 Karstin Joensen 19 183 Kant 0 Føroyar
8 Hanni Niclasen 20 185 Kant 0 Føroyar
9 Jón Syderbø 20 185 Miðja 5 Føroyar
10 Eystein Elltør 33 184 Libero 5 Føroyar
11 Hjalti Josephsen 29 192 Miðja 9 Føroyar
12 Bjarni Vágstún 19 183 Kant 0 Føroyar









