Í 93. minutti eydnaðist tað við stútara frá liðskiparanum, Pæturi Dam Jacobsen at bjarga Skála eitt stig í kommunalu grannauppgerðini ímóti NSÍ á heimavølli.
Høvuðsvenjarin hjá Skála, Eyðun Klakstein greiðir frá, at tað kennist sera søtt at fáa eitt stig. Fyrst fekk Skála í 89. minutti ein vátan vøtt tá Petur Knudsen legði NSÍ á odda 1-0, og tá tað so eydnaðist at koma afturíaftur í teimum allarseinastu sekundunum er talan um eitt stig, ið er vert at fegnast um.
Eyðun Klakstein er í tí stóra og heila nøgdur við at verða 10 stig frá niðurflytingarstrikuni nú liðini fara í summarfrí, men hann hevði ynskt sær nøkur stig afturat.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við Eyðun Klakstein fyrr í kvøld.
Samrøðan FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Sámal Erik "Bagga" Hentze hoyrist HER