S-tok fór útav í Keypmannahavn

Eingin fekk stórvegis skaða, tá tann fremsti vognurin í einum S-toki fór út av breytini við Nordhavn Station í Keypmanahavn fyrrapartin. Banedanmark sigur, at eitt av ferðafólkunum kærdi seg um pínu í nakkanum, og at ein sjúkrabilur blav boðsendur.

Banedanmark sigur, at óhappið hendi, tí at ein arbeiðskrani var farin yvir um tvey spor.

Fyribils verður roknað við, at tað fer at taka tað mesta av degnum at rudda eftir óhappið, og tí verður eingin tokferðsla tann vegin í dag.