Tað er lítil fornuftur í jólatraditiónunum. Hugsa bara um villu jólafrokostarnar, allan tann feita matin, gávugallskapin, risastóru orkunýtsluna og drykkiskapin, sum eisini mynda jólamánaðin. Alt samalt mótsetingar til heilsugóða og umhvørvisvinarliga lívsstílin, sum verður prædikaður niður í okkum dagliga. Ein lívsstílur, har vit helst skulu vera eitt sindur bangin alla tíðina – tá hava vit tað, so løgið tað ljóðar, kanska best. Men viðhvørt hava vit bara brúk fyri ikki at skamma okkum longur. Og so fara vit heilt yvir í hina grøvina, har deyðssyndir um ovát, oyðslarí, leti, fáfongd og grammleiki sleppa at ráða. Og hvat er tað ikki himmalskt :-)
Gleðilig jól