Flogbóltur
Karin Mikkelsen og Jóhan Petur á Stongum áttu størstu klappini, tá tey fóru upp á pallin eftir steypunum sum ársins spælarar í føroysku flogbóltskappingini í júst lidna kappingarári.
Ikki óvæntað varð tað SÍ, sum streyk avstað við tí mesta, tá gallakvøldið varð hildið í HB-húsinum leygarkvøldið. SÍ vann landskappingina hjá bæði kvinnum og monnum, og hartil vunnu menninir hjá SÍ eisini steypakappingina í ár. Og tá avtornaði, vóru tað bert fimm spælarar, ið megnaðu at sníkja seg undan dominansinum frá SÍ.
Mynd: Karin og Jóhan Petur
Ársins spælarar komu bæði úr SÍ. Karin Mikkelsen og Jóhan Petur á Stongum. Eisini vann Karin heitið sum ársins álopsspælari, meðan Jóhan Petur gjørdist ársins verjuspælari hjá monnum og ársins venjari hjá kvinnum
---
FAKTA
Tey bestu
Ársins áleypari
Kvinnur Karin Mikkelsen, SÍ
Menn Jón Nielsen, SÍ
Ársins blokkur
Kvinnur Sóleyg Poulsen, KÍF
Menn Suni Juul Petersen, Fleyr
Ársins hevari
Kvinnur Annika á Stongum, SÍ
Menn Ólavur Jensen, SÍ
Ársins stjørnuskot
Kvinnur Suffía Purkhús, Mjølnir
Menn Jan Ellingsgaard, ÍF
Ársins verjuleikari
Kvinnur Margit Joensen, Mjølnir
Menn Jóhan Petur á Stongum, SÍ
Ársins venjari
Kvinnur Jóhan Petur á Stongum, SÍ
Menn Ragnar í Haraldsstovu, SÍ
Ársins leikari
Kvinnur Karin Mikkelsen, SÍ
Menn Jóhan Petur á Stongum, SÍ









