Sørvingar vistu longu fyri viku síðani, at hetta kappingarárið fór at geva bronsu, so tí høvdu teir ikki annað enn æruni at spæla fyri, tá teir í gjár vóru í Badmintonhøllini í Klaksvík og spældu ímóti monnunum hjá Mjølni, sum skulu spæla FM-finalur ímóti ÍF.
Æran vísti seg tó at vera ríkiliga góð motivatión hjá SÍ, tí dysturin endaði við einum 3-1 sigri til gestirnar, eftir at Mjølnir annars hevði lagt fyri sum eitt óløgi og vunnið stórt í fyrsta setti. Tað bleiv bara til tað hjá klaksvíkingum hesa ferð, tí trý tey næstu settini vunnu sørvingarnir.
Í fyrsta setti bar alt til hjá Mjølni, meðan SÍ hevði stórar trupulleikar hinu megin netið og eitt nú næstan ikki hevði eina líkinda móttøku. Men so skjótt sum tað var komið upp á pláss hjá SÍ, vendist ikki aftur, og restina av dystinum gekk alt við hjá sørvingum, meðan Mjølnir fekk lítið at rigga.
Mjølnir hevði enntá allar møguleikar at vinna fjórða sett, tí heimaliðið var á odda bæði 10-1 og 19-13, men megnaði allíkavæl ikki at fara allan vegin, men tapti settið og harvið eisini dystin.
Lítið man vera at ivast í, at menninir hjá Mjølni, sum fyrireika seg til FM-finalurnar ímóti ÍF, høvdu ætlað sær at vunnið dystin, men tá tað nú ikki læt seg gera, mundu teir onkrastaðni vera takksamir fyri, at teir fingu harða mótstøðu, tí tað skulu teir nokk rokna við at fáa í finalunum eisini.