Verður tann 46 ára gamla franska kvinnan Héléne Castel funnin sek, kann hon fáa upp í 20 ára fongsul fyri eitt bankarán, sum hon og nakrir felagar hennara framdu fyri meiri enn 25 árum síðani.
Tað var ein dagin í 1980, at nakrir limir í franska yvirgangsfelagsskapinum Action Direct rændu eina deild hjá BMP-bankanum í París. Tey tóku fleiri gíslar, og tá løgreglan kom á staðið, endaði tað við skotbardaga. Ein av ránsmonnunum lá eftirá., og tríggir aðrir vórðu tiknir stutt eftir. Harafturímóti eydnaðist tað Héléne Castel og tveimum øðrum at sleppa til rýmingar.
Men franska løgreglan gloymdi ikki Héléne Castel, og í fjør varð hon funnin í meksikanska býnum Xalapa. Tað vísti seg, at hevði hon kunnað fjalt seg fýra dagar afturat, hevði hon sloppið undan rættarsókn, tí so hevði málið verið fyrnað.
Nú kann hon fáa 20 ára fongsul. Undir avhoyringunum hevur hon játtað, at hon var við til at ræna BMP-bankan fyri góðum 25 árum síðani, og vænmtandi fær hon sín dóm í morgin, skrivar AFP.