Tað munnu verið fáir føroyingar, ið hava vitjað í Danmark, ið ikki kenna til handilin Søstrene Grene, ið hevur lagt seg eftir at selja gerandisvørur til hús, heim og køk fyri ein rímiligan bíligan prís.
Tað er heldur ikki ókent í Føroyum, at nógvir av lutunum, ið hava verið til sølu í handlinum, eru seld fyri fleiri ferðir søluprísin á síðum sum Rótikassin av føroyingum, ið hava keypt lutir heim við úr Danmark.
Skjótt nýtast fólk, ið ynskja sær vøru úr handlinum, og ikki sum hava møguleikan at fara av landinum, ikki longur at keypa vørur frá væl dámda handlinum á netinum, tí í næstum letur handilin upp í Føroyum.
Í nýggjasta blaðnum hjá sølumiðstøðini SMS verður nevniliga kunngjørt, at handilin letur upp í SMS 1. desember.
- Gleðið tygum til 1. desember, tá ið systrarnar koma til Føroyar, stendur í lýsingini, har Søstrene Grene er avsendari.










