FLOGBÓLTUR
Lagt var upp til eina vágauppgerð, tá Dráttur í gjár á Giljanesi tók ímóti SÍ, men talan gjørdist ongantíð um tann spennandi dystin, mong óivað høvdu ynskt sær. Til tað vóru SÍ-kvinnurnar alt ov góðar, hóast tær mangan hava spælt betur, enn tær gjørdu hesa ferð.
Dráttur hevur mist nógv fólk, og tað bæði sæst og merkist, og tí bleiv dysturin í gjár á ongan hátt endurtøka av teimum spennandi dystunum millum liðini í fjør, sum allir vóru fimmsettarar, ið SÍ tó vann 3-2 hvørja ferð.
Í fyrsta setti vísti SÍ besta spælið í dystinum, men síðani linkaði trýstið, uttan at Dráttur tó av álvara fekk hótt sigurin. Í øðrum setti var munurin tó ikki so stórur, og í triðja setti fekk Dráttur góða byrjan við 6-1 leiðslu, men SÍ javnaði seinni til 13-13, og so fylgdust liðini uppeftir, til SÍ at enda fekk avgjørt til egnan fyrimun.
Sigurin merkir, at SÍ nú er fýra stig framman fyri næstu liðini, harav onkur tó hava spælt ein dyst færri. Kortini sær ikki út til, at nakað av næstu liðunum megnar at seta ferðina upp og fylgja við SÍ, ið higartil – enntá hóast feilir og sløsut spæl til tíðir – koyrir mestsum fyri seg.
Hini hava tó onkra gularót eftir, tí seinni verða stigini koyrd niður í helvt, og eftir lokna landskapping skal meistaraheitið avgerast millum tvey tey fremstu við finalum. Enn røkist einki fyri, at SÍ fær veruliga kapping, men tað kann sjálvandi broytast, sum tað líður út á kappingarárið.