Út ímóti á miðdegi hósdagin var síðsti skúlatími í bygdarskúlanum í Sandvík.
Í øllum førum fyribils.
Næsta ár verða í hvussu so ongi skúlabørn í Sandvík og um skúlin nakrantíð letur upp aftur, er ógvuliga óvist.
Tað er ikki tí, at skúlin er niðurlagdur, at hann nú letur aftur. Tað er tí, at foreldrini hava sjálvi viljað, at børnini skulu fara til Hvalbiar at ganga í skúla, har tey kunnu vera saman við fleiri børnum og lærarum.
Nita Næs, lærari í Hvalba, sigur, at tað var longu í heystferiuni, at hon gjørdi vart við, at hetta bleiv hennara síðsta skúlaár í Sandvík, tí næsta ár verða bara tvey børn verið eftir í Sandvík
- Tá haldi eg, at skúlin vorðin ov lítil og tað kann gerast ein sosialur missur hjá næmingunum, sigur Nita Næs.
Vanliga hava børnini gingið í skúla í Sandvík í fimm ár og so eru tey farin til Hvalbiar at ganga restina av tíðini.
Av teimum trimum næmingunum í Sandvík í ár, skuldi Marý Sigurheim undir øllum umstøðum til Hvalbiar.
Annars skuldu hini bæði børnini, Suni Ári Kruse og Rói Spange Larsen, fara í fimta flokk næsta ár, men tað er so endað við, at foreldrini hava heldur viljað latið tey fylgt við til Hvalbiar.
Frammanundan eru onkur sandvíksbørn longu farin til Hvalbiar, tí foreldrini vilja tað, hóast tey eftir aldrinum áttu at gingið í skúla í Sandvík.
Ógreitt
Sum í flestøllum øðrum bygdum, hevur barnatalið í Sandvík sum heild verið støðugt minkandi seinastu nógvu árini.
Men tá ið skúlin var í vælmaktini báðu megin seinna heimsbardaga, vóru onkuntíð væl yvir 30 skúlabørn í Sandvík
Tey børnini, sum eru undir skúlaaldur, kunnu teljast á einari hond, men tað er óvist um tey fara í skúla í Sandvík. Tað er í øllum førum greitt at onkur foreldur vilja heldur hava børnini í tann størri skúlan í Hvalba.
Í sambandi við at skúlin heldur uppat, varð bjóðað til móttøku í skúlanum, har fitt av fólki var komið saman.
Nita Næs, sum hevur verið lærari í Sandvík seinastu fimm árini, helt, at tað hevði verið læruríkt, áhugavert og krevjandi at vera einalærari. Men hon segði, at samstarvið við skúlastýri, foreldur, bygdaráð og skúlan í Hvalba, hevur verið gott.
Skúli hevur verið í Sandvík heilt síðani 1890 og skúlin er í góðum standi og væl útgjørdur.
Enn er ikki greitt, hvat hann skal brúkast til. Men á móttøkuni lovaði borgarstjórin, Ottu West, at bygdaráðið skuldi gera sítt til at gamli bygdsskúlin fekk annað innihald og verður røktur.
Tríggjar yrkingar
um gamla skúlan
Tá ið móttøka var í sambandi við, at skúlin í Sandvík skal lata aftur, høvdu tey trý skúlabørnini yrkt hvør sína yrking um skúlan
Gamli Skúlin !
Í skúlanum her í Sandvík ¬- eg nú gangi,
tó skjótt til Hvalbiar skúla eg fara skal.
Farvæl gamli skúli, farvæl og takk –
fyri hesa góðu tíð.
Tað er so nógv eg havi lært,
sum eg nú havi sera kært!
Tey fyrstu tølini,
tey fyrstu orðini,
tey fyrstu fríkorterini og
tær fyrstu balladurnar.
Ja, tað er so nógv at minnast aftur á.
Ein slíkan dag sum í dag.
Nú summarferia skjótt er,
So fáa vit frí og kunnu spæla, hygga og hava tað stuttligt.
Eftir summarsteðgin, eg í Hvalbiar skúla fari.
Tað gleði eg meg eisini til,
tó eg av og á – FARI at hugsa um teg – Gamli skúli mín.
Marý Sigurheim
Gamli skúli
Gamli skúli, sum er frá 1890 og sum hevur verið her í bygdini líka til 2010.
Tær skal eg nú siga farvæl.
Í 4 ár eg her havi gingið,
og nógv stuttligt havi vit gjørt sama.
Eg minnist tá vit:
Vóru á ferð
í norðoyggjum
og har sóu mangt og hvat..
Eg minnist, tá vit spældu jólaleik í Sandvík,
og tá vit vóru á Prestfjalli,
tá eg lærdi at lesa, rokna og ... at bíða...
Tí í skúlanum má ein onkuntíð bara bíða...
Og tað má ein tola..
Ella lærir ein ikki nokk..
Gamli skúli - eg tær sigi takk
Takk fyri mangan ein góðan skúladag.
Nú tú 120 ára gamal ert, gráur og tó grønur.
Eg vóni, at skúlin verður brúktur til nakað serligt í framtíðini.
Rói Spange Larsen
1000 takk - Sandvíkar skúli!
Her eri eg
Í hesum skúla - eg 4 ár havi gingið
Tað fer at vera keðiligt uttan Sandvíkar skúla
At sakna teg eg fari -
og tað eg her læri.
1000 takk.
Suni Ári Kruse