Um tað eydnast Sigtóri A. Petersen og hansara monnum í 07 Vestur at vinna fulla úrtøku á heimavølli ímóti EB/Streymi ídag, økist møguleikin at sleppa undan niðurflyting, eisini um tað skuldi endað við, at tvey lið fara at flyta niður.
-Vinna vit á heimavølli ímóti KÍ, so rokni eg avgjørt við møguleikanum at sleppa undan niðurflyting.
Soleiðis segði Sigtór A. Petersen, venjari hjá 07 Vestur, fyri nøkrum vikum síðani.
07 Vestur vann 4-2 ímóti KÍ, og seinnapartin verður onnur stóra avbjóðingin, tá ið EB/Streymur verður gestur á Dungasandi. Í síðsta umfari skal 07 Vestur spæla í Trongisvági.
Leygardagin bar tað ikki til at spæla fótbólt í Sørvági. Veðurforsøgnin sigur, at tað fer at bera til at spæla ídag.
Allir spælararnir hjá 07 Vestur eru tøkir.
Síðstu umførini hava Sonny Jakobsen og Ken Fagerberg verið sera eyðsýndir álopsspælarar. Stóra avbjóðingin hjá EB/Streyma venjaranum, Heðini Askham, verður í dag at syrgja fyri, at serliga teir báðir verða hildnir í stuttum tjóðri.
Tá ið EB/Streymur 17. juni vann 2-1 í Hólmanum á Eiði ímóti 07 Vestur, var tað einki, sum bendi á, at EB/Streymur skuldi enda í vanda fyri at flyta niður. Hetta var í fjúrtanda umfari. Tá var EB/Streymur á sætta plássi við 17 stigum, og tað vóru níggju stig aftur til níggjunda pláss og AB, og tað vóru trettan stig aftur til 07 Vestur, sum var aftast.
Síðani hevur EB/Streymur vunnið trý stig í trimum javnleikum. Liðið hevur ikki vunnið í meiri enn átjan vikur.
Leygardagin vandi EB/Streymur á Dungasandi, tá ið dysturin var avlýstur. Í dag er tað dystur, og eydnast tað EB/Streymi at sleppa undan at tapa, so verður plássið í fremstu deildini tryggjað.
Hjá EB/Streymi kemur tað illa við, at liðformaðurin Rógvi Egilstoft Nielsen, sum er ein av hollastu stuðlunum, ikki er tøkur. Hann er leikbannaður. Leif Niclasen, Fríði K. Johansen og Aksel B. Danielsen eru skaddir, og Rói Olsen er tøkur aftur.
07 Vestur - EB/Streymur: Alex Troleis kl. 16.30