- Tá ið Farmaleiðir hjá Strandferðsluni vórðu einskildar, var tað seinasti seymurin í líkkistuna hjá útoyggjunum.
Tað ivast Tummas Frank Joensen úr Skúvoy ikki í.
Á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum um vikuskiftið harmaðist hann um tað heilt ómøguligu støðuna, sum útoyggjarnar eru komnar í síðani Farmaleiðir hjá Strandferðsluni vórðu einskildar.
- Fyrr kostaði tað einar 120 krónur at senda ein platt av vøru av útoyggj í annað pláss í landinum.
- Nú kostar sami plattur upp í góðar 900 krónur at senda.
Tað merkir, at tað kostar tað saman at fáa ein platt av farmi av útoyggj til annað pláss í Føroyum, sum tað kostar hann at flyta hann allar teir 2600 fjórðingarnar heilt úr Ilulissat úr Grønlandi til Ålborg í Danmark.
- Men umframt at tað kostar upp í 900 krónur at senda ein platt av útoyggj onkustaðni inn á meginlandið, má eg í ringasta føri hava fýra telefonsamrøður fyri at tryggja, at vøran kemur fram.
Tað kemst av, at fyrr vóru Farmaleiðir ein samanhangandi flutningseind, men tað er ikki støðan nú.
Tí skal vøran nú á døgum flytast við fleiri feløgum og av tí sama skal hon innskrivast sum farmur fleiri ferðir.
- Og hendir tað seg, at farmurin kemur at liggja í meiri enn fýra dagar á eini goymslu, skulu vit eisini betala goymsluleigu oman á alt.
Tummas Frank Joensen sigur, at hann gevur ikki flutningsfeløgunum skyldina.
Tey privatu feløgini kunnu neyvan gera tað bíligari, tí tey skulu eisini liva.
Eru givin at flyta
Esbern í Eyðansstovu, sum hevur avgreiðsluna hjá Strandferðsluni í Mykinesi, kennir væl trupulleikan aftur.
- Vit vóru ógvuliga forharmað um, at Farmaleiðir vórðu einskildar, sigur hann.
Og eftirtíðin hevur víst, at útoyggjafólk fingu rætt í síni stúran.
Tað er nú so dýrt og tvørligt at flyta farm av útoyggj, at tey flestu eru rætt og slætt givin at flyta nakað sum helst.
- Síðani Farmaleiðir vórðu einskildar, er flutningurin minkaður heilt munandi, tí tað er ein sovorðin fyritøka at flyta farm av útoyggj, at fólk hætta sær ikki undir tað.
Esbern í Eyðansstovu sigur, at fólk vilja heldur ferðast sjálvi aftur og fram við vøruni ella tey fáa onkran, tey kenna, at taka hana við. At brúka vanligu farmaleiðirnar eru tey næstan givin við.
- Mangan eru tað matvørur, sum skulu flytast av útoyggj, og tey vilja ikki koma í tað støðu, at maturin strandar í onkrum pakkhúsi og spillist, tí tað er komið fyri. Av tí, at farmurin mangan skal ígjøgnum nógvar hendur, veksur vandin fyri, at hann strandar onkustaðni og tað kann verða stórur missur og tí flyta tey heldur vøruna sjálvi.
- Trupulleikin er, at nú skal sama vøra fraktast fleiri ferðir, tí Strandferðslan flytir bara til næstu havn. Ùr Mykinesi tekur Strandferðslan sær bara av flutninginum inn á bryggjuna í Sørvági og úr Skúvoy verður farmurin bara fluttir inn á Sand og til hendan flutning fáa útoyggjarnar flutningsstuðul.
Men restina av flutninginum má eigarin sjálvur syrgja fyri og alt eftir, hvagar í Føroyum, vøran skal sendast skal hon fraktast fleiri ferðir og tað kann skjótt blíva dýrt.
Les eisini greinina: Mugu geva skarvin yvir at umvæla hús á útoyggj










