Síðsti hondbólturin í ár

Í landskappingunum hjá bæði hjá kvinnum og monnum er fult umfar um vikuskiftið, og eru hetta síðstu dystirnir, áðrenn hondbólturin fær jólafrí

Eftir dystirnar um vikuskiftið fer hondbólturin í jólafrí í tríggjar vikur, so eingir dystir eru á skránni aftur fyrr enn vikuskiftið 7. og 8. januar. Sigast kann við vissu, at oddaliðini hjá bæði kvinnum og monnum, Neistin og KÍF, bæði eiga sínar oddasessir á jólum, tí tey hava eitt glopp niður til hini.
Í kappingini hjá kvinnum er mest áhugaverdi dysturin tann í Vági í morgin, har VB tekur ímóti Neistanum. Kvinnurnar hjá Neist­anum hava koyrt avstað við fullari ferð og hava enn bara vunnið, men ikki er altíð so lætt at vera gestur í Vági, har VB ofta fær síni frægastu úrslit. Og skal VB gera sær dælt av at hava færri dystir enn Stjørnan, sum hevur frí hetta umfari, skal helst vinnast.
Hinir báðir kvinnudystirnir eru í morgin, tá VÍF í Vestmanna tekur ímóti Tjaldri, ið framvegis bara er ein skuggi av sær sjálvum, sum liðið annars hevur verið seinnu árini, so tí er VÍF favorittur. Tað má Kyndil eisini sigast at vera í hinum dystinum, sum er ein endurtøka av steypadystinum í gjárkvøldið, tí tað er StÍF, sum kemur á vitjan.
Oddabrak í Kollafirði
At KÍF og Neistin eru tey bæði fremstu mansliðini, er ein endur­spegl­ing av síðsta kappingar­ári, men nú er bara vent í holuni, tí í vetur eru tað kollfirðingum, øll hini renna aftaná. Tað ger Neistin eisini, men í annaðkvøld er ein møguleiki hjá teimum bláu at gera nakað við tað, tá teir vitja í Kollafirði, har KÍF hinvegin við sigri kann styrkja sína støðu munandi.
VÍF hevur nógv at hugsa um, nú liðið sunnudagin tekur ímóti Team Klaksvík, ið helt KÍF á pínu­bonkinum mikukvøldið, samstundis sum VÍF mátti lúta fyri H71. Her skal vend koma í hjá vestmenningum, men spurningurin er, hvussu lætt tað er, nú Team Klaksvík sær út til aftur at vera klárt at gera ein vørr.
Triði mansdysturin er sunnu­dagin í Havn millum Kyndil og StÍF, sum bæði blivu send úr steypa­kappingini í vikuni og tí vilja reisast aftur. Kyndil er framvegis botnlið, men sær út til at taka seg fram, meðan StÍF trý stig ovari á stigatalvuni tykist vera í einum aldudali, men júst ímóti Kyndli kann venda tí.