Skúlin er liðugur í daaaaag, skúlin er liðugur í daaag... Hetta er uttan iva niðurlagið 3. s´ararnir hava sungið í allan gjáramorgunin, tí um 8 tíðina tá avbygdafólk komu til Havnar, stóð ein rúgva av 3. s´arum á vegnum við Hoydalar. Tey steðgaðu ferðsluni, tóku í viskarar og gjørdu vart við seg á ymsan hátt. Men tað kann ein kanska heldur ikki siga teimum ilt fyri, tí dagurin í gjár var nevniliga teirra síðsti skúladagur. So hetta skuldi jú hátíðarhaldast við einum braki.










