SÍ í steypafinaluni

Sum væntað, vann greiða oddaliðið, SÍ, seg í steypafinaluna hjá kvinnum, nú fyrsti triðingurin av kappingini fór afturum. Í fjør kappaðust fleiri lið um næstu plássini, og nakað soleiðis sær eisini út í ár, tí fyrst Mjølnir og síðani Fleyr og TB liggja framvið

FLOGBÓLTUR

SÍ er framvegis trygt á odda í Eikliguni hjá kvinnum, men umframt at fáa tað staðfest, fingu sørvágskvinnur í gjár eisini útgoldið bonus, tí tær eru á odda, nú fyrsti triðingurin av kvinnukappingini er farin. Tað merkir nevniliga, at tær hava tryggjað sær pláss í steypafinaluni til várs.
Spurningurin undan hesum umfarinum var, um Mjølnir fór at fáa fylgi frá Fleyr í jagstranini eftir SÍ, men so gjørdist ikki. Mjølnir vann dystin teirra millum, og er framvegis fremsti avbjóðarin. Og hóast Fleyr framvegis er tvey stig aftanfyri, eru eisini TB-kvinnurnar farnar at nærkast, eftir at tær vunnu á Drátti, sum tó framvegis hevur ÍF og KÍF aftan fyri seg.

KÍF-SÍ 0-3
(8-25, 10-25, 15-25)
Dysturin í Kollafirði var millum botn og topp, og tað sást eisini aftur. Hóast SÍ hevði trupult við samla tankarnar um spælið, gjørdist tað ein greiður sigur, ið ongantíð var tað allarminsta í vanda.
Í tveimum teimum fyrstu settunum vóru tað ávikavist seks og níggju feilir hjá SÍ, ið góvu KÍF meginpartin av stigunum, men í triðja setti koyrdi tað betur hjá kollafjarðarkvinnum, ið stríddust væl á gólvinum, fingu nógvar bóltar upp og ongantíð góvu upp.
Men, sum væntast kundi, var SÍ ein alt ov stórur biti hjá unga KÍF-liðnum at gloypa, og meðan tær hjá KÍF enn liggja í botninum uttan sett og stig, kunnu sørvágskvinnur fegnast um, at oddasessurin framvegis er trygt í teirra hondum.

Fleyr-Mjølnir 1-3
(20-25, 25-17, 14-25, 24-26)
Ein skeiv uppstilling kostaði Fleyr dýrt í gjár, tí hon varð gjørd, tá støðan var 24-24 í fjórða setti, sum Fleyr mátti vinna. Mjølnir fekk tí sett- og matsjbólt, og tá servan var komin yvirum, var tað eitt forkølað fingraslag, ið senda hann út av síðulinjuni, so Mjølnir vann dystin.
Undan hesum hevði Fleyr annars havt betru byrjanina í fjórða setti, men Mjølnir tók so yvir í eina løtu, til Fleyr kom fyri seg ímóti endanum og bara var tveir bóltar frá sigrinum. At tað so ikki eydnaðist, fortelur kanska eitt sindur um vantandi stabilitetin í spælinum hjá Fleyr.
Spælið var nú heldur ikki so stabilt hjá Mjølnir allan dystin, tí í øðrum setti vórðu klaksvíkskvinnur sópaðar av borðinum, tá einki riggaði hjá teimum, men alt hjá Fleyr. Tað bilti tó ikki hjá Mjølnir, sum vann fyrsta og triðja sett, uttan at Fleyr slapp at spæla tann stóra leiklutin.

TB-Dráttur 1-3
(16-25, 25-17, 25-20, 25-15)
Undan dystinum í Trongisvági høvdu bæði TB og Dráttur fýra stig, so vinnarin slapp nærri ovaru miðjuni, meðan taparin mátti ansa sær eftir tí, sum var niðanfyri. Her gjørdist tað TB, ið fór við sigrinum, men fyrst mátti liðið ígjøgnum eitt fyrsta sett, har einki bar til, og sum Dráttur tí vann sera lættliga.
Men trý tey næstu settini var eingin slingur í valsinum hjá TB-kvinnunum, ið megnaðu væl at demma upp fyri rættiliga einfalda spælinum hjá Drátti, sum í stóran mun var bygt rundan um Helgu Nordendahl. Og tá Gudrid Nolsøe hinu megin netið hevði fleiri góð servutørn, umframt at alt liðið hjá TB koyrdi væl, bar ikki til hjá Drátti at koma innaftur í dystin.

Fleyr-KÍF 3-0
(25-13, 25-11, 25-12)
Longu fríggjakvøldið var fyrsti kvinnudysturin um vikuskiftið, og var hetta útsetti dysturin millum Fleyr og KÍF. Her gjørdist tó ongantíð stórvegis spenningur um úrslitið, hóast KÍF-kvinnurnar royndu sítt ítarsta ímóti einum Fleyr-liði, ið helst hevur spælt betur í øðrum dystum.
Í øllum førum vísti Fleyr nakað av tí slakasta spælinum higartil í vetur, men tó fingu kvinnurnar úr Havn ongantíð trupulleikar ímóti KÍF, sum hevði rímiliga góðar móttøkur, men ongantíð fekk hótt nakað serligt í álopinum, samstundis nógv av stigunum hjá Fleyr blivu vunnin við fingrasløgum.