Tað vóru Anna Nygaard og Durita Mohr Jacobsen, ið komu víðari í undanumfarinum av Ársins Songrødd 2008 í Høllini á Kambsdali leygarkvøldið Tíggju luttakarar vóru í 3. undanumfari av Ársins Songrødd, ið var á Kambsdali leygarkvøldið. Men bert tvey kundu tryggja sær pláss í finaluni, og tað gjørdust Anna Nygaard og Durita Mohr Jacobsen.
Talan var aftur um eitt undanumfar, har allir luttakarar kláraðu seg serstakliga væl, siga fyrireikararnir. Anna Nygaard sang lagið ?Valerie? hjá Amy Winehouse, og tað gjørdi hon einastandandi væl, sum gjørdi at hon kom víðari. Durita Mohr Jacobsen sang lagið ?What am I to you? hjá Norah Jones, og tað so gott, at eisini hon megnaði at koma víðari til finaluna, ið verður 3. mai.
Tey sum sostatt skulu kappast um at syngja seg til ?Ársins Songrødd 2008? eru:
Poulina Mortensen, Havn
Bjarki Hansen, Havn
Janus W. Mortensen, Tvøroyri
John Holm & Vivian Skyt. Hvalba/Sumba
Durita Mohr Jacobsen, Kambsdalur
Anna Nygaard, Glyvrar