Umleið 20 fyritøkur hava higartil teknað seg til ONS, nakað minni enn til oljumessuna í Aberdeen í fjør. Sjálvur heldur menningarstjórin, at tað er rættiliga umráðandi fyri fyritøkur, sum vilja vera við í komandi oljuvinnu, at tær eru við á ONS, tí tað er har, at tær kunnu finna samstarvspartnarar, nú skjøtil verður settur á oljuleiting á landgrunninum.
Nettupp hetta at finna sær fyritøkur aðrastaðni at samstarva við er av stórum týdningi, tá hugsað verður um, at hetta fyri føroyingar er ein nýggj vinna, og at vit eru lutvíst smáir, tá talan verður um at fara upp í hesa vinnu sum veitarar av vørum og tænastum. Ein týðandi boðskapur frá føroyskum myndugleikum til oljufeløgini í sambandi við útbjóðingina er, at virksemi í oljuvinnuni skal yvir føroyskan keikant. Hetta gevur føroyskum fyritøkum stórar møguleikar, men tað krevur samtíðis eisini sera nógv av fyritøkum, og fyri at kunna nøkta krøvini, sum oljufeløgini fara at seta til veitararnar, so hevur tað alstóran týdning, at føroyskt vinnulív fær samband við útlendskar fyritøkur, ið longu arbeiða í oljuvinnuni. Og her er ONS eitt gott høvi. Ein góður og stórur føroyskur básur á ONS vil eisini vera ein týðulig útmelding til altjóða oljuídnaðin, at vit føroyingar vilja eisini vera við í menningini av hesi vinnuni um okkara egnu leiðir. Roknað verður annars við, at nógvir føroyingar fara á ONS og í hesum sambandi er umráðandi at bíleggja ferðaseðil og fáa innivist longu nú. Meira um ONS við at fara inn á Oilwell-linkin á Internetsosialinum.










