Síðsta útkall fyri vegnum til Selatraðar

- Tað er helst í evstu løtu, at ein byrjar at tosa um vegasambandið til tær tríggjar bygdirnar vestanfyri Strendur. Skal fólkatalið ikki minka uppaftur meiri, má okkurt gerast nú, sigur morskranesmaðurin Jaspur Anthoniussen

Morskranes: Skulu teir hjá landsverki framvegis breiðka eitt petti fyri og annað eftir á Selatraðarvegnum? Ella er ikki best at gera allan vegin av nýggjum og frá einum enda av?

Hesar spurningar setir Jaspur Anthoniussen sær, eftir at hava lisið greinarnar í Sosialinum í farnu viku, har menn úr Kolbeinagjógv og av Strondum søgdu sína hugsan um vegastrekkið millum Strendur og Selatrað.

Hann hevur lisið hetta við áhuga, og er nú ein teirra sum eisini rópar varskó: Tær tríggjar bygdirnar Kolbeinagjógv, Morskranes og Selatrað síggja ikki út til at eiga so nógvar góðar vinir á Strondum, hóast bygdin hevur havt fleiri politikkarar á løgtingi.

Tað hevur nevniliga verið trupult hjá fólki at fáa fatur á grundøkjum í bygdunum. Vegasambandið kundi verið munandi betri, eins og ein kann staðfesta, at fólkatalið er minkað munandi í tveimum av bygdunum seinastu 20 árini.

Í 1988 búðu 85 fólk á Selatrað, meðan tey í dag eru 57 í tali. Og á Morskranesi búðu 46 fólk fyri 20 árum síðani, meðan tey í dag eru 33 í tali. Bara í Kolbeinagjógv er fólkatalið vaksið hesi árini – úr 36 upp í 41.

- Tað stutta av tí langa er, at Sjóvar kommuna hevur sovið í tímanum, og hevur hugsað sera lítið um, hvussu ein kundi ment hesar tríggjar bygdirnar. Úrslitið av hesum er, at ein hevur at kalla rikið fólk úr bygdunum, sigur Jaspur Anthoniussen álvarsamur.

Ein sannroynd er tað, at eru fólk fyrst farin av bygdini, er ofta trupult at fáa tey at flyta aftur.


Følnað blóma

Jaspur Anthoniussen býr nú hinumegin fjallið, á Skála, men hevur allatíðina fylgt væl við, hvussu gongdin hevur verið í málinum um Selatraðarvegin.

Eins og so mong onnur, ið hava sína dagligu »gongd« eftir hesum vegi, so ynskir hann eisini, at hesi skulu hava gott og trygt vegasamband við umheimin.

Hóast ferðslan neyvan er eins stór í dag, sum hon var í tíðini tá Sundaferjan sigldi millum Selatrað og Hósvík, so er kortini eingin ivi um, at hetta vegastrekkið ikki nøktar tørvin fyri ferðsluni í 2008.

Meðan henda ferjan, ið varð seld av landinum miðskeiðis í 70’unum sigldi, blómaðu bygdirnar Kolbeinagjógv, Morskranes og Selatrað. Tá hetta ferðasambandið var tað einasta við bilflutningi, hevði helst verið rættast at gjørt nakað við henda vegin – tað er: breiðkað hann – longu tá.

- Nú tykist tað sum um at fólk og politikkarar eru vaknaði við kaldan dreym. Spurningurin er, um tað ikki er í seinna lagi at gera nakað við vegin nú, ið fólkatalið í bygdunum vestanfyri er minkandi, spyr Jaspur Anthoniussen.


Petti fyri petti

Í dag kann ein staðfesta, at tey hjá landsverki hava gjørt ávísar ábøtur og breiðkingar í støðum á vegnum millum Strendur og Selatrað.

Fyri Jaspur Anthoniussen og mong onnur er eingin ivi um, at hesi arbeiðini eru væl úr hondum greidd, eins og tey hava verið neyðug.

Men tey munnu samstundis vera rættiliga samd um, hvør tann einasta og rættasta loysnin er: At byrja eina breiðking í einum staði og síðani halda fram, til alt tað sjey kilometrar langa vegastrekkið millum Kolbeinagjógv og Selatrað er liðugt alt sum tað er.

- Skal ein gera eitt lítið petti fyri og annað eftir, so fer tað bar at slíta uppaftur meiri á teir gomlu vegirnar. Nei, best hevði verið at byrjað við Kolbeinagjógv og síðani halda á allan vegin norður til Selatraðar.

- Spurningurin er bara, um peningur er til slík arbeiði í dag, slær Jaspur Anthoniussen fast.

Óhugsandi er tí ikki, at fólk framvegis mugu koyra eftir ótíðarhóskandi vegnum nøkur ár aftrat. 





Tunnil millum Selatrað og Oyri

Fyrsta treytin fyri at einhvør bygd kann mennast er at hon hevur gott ferðasamband.

Tað eru mong fólk í hesum trimum bygdunum í Sjóvar kommunu sum halda, at her vantar nógv í: Vegirnir eru bæði smalir og ótíðarhóskandi, og henda seinasta mánaðin eru ikki færri enn fýra bilar farnir út av vegnum við Kolbeinagjógv.

Jaspur Anthoniussen er ikki eina løtu í iva um, hvør hevði verið tann allarbesta loysnin á trupulleikanum:

- Høvdu vit átt framskygdar politikkarar, so høvdu fyri langari tíð síðani havt ein tunnil millum Selatrað og Oyri. Hetta hevði verið tann optimala loysnin! 







Hinvegin: - Er tað neyðugt at breiðka vegin?

Ein heilt annar spurningur, sum Jaspur Anthoniussen tekur upp í hesum sambandi, er hvørt tað yvirhøvur man vera neyðugt at breiðka verandi veg. Hetta ljóðar kanska eitt sindur rangvørt og sum ein beinleiðis mótsøgn, tá hann júst veit, hvussu týdningarmikið tað er fyri fólkini í heimbygd hansara Morskranesi at kunna koyra trygt fram og aftur.

Samstundis er tað ein veruleiki, at allar tríggjar bygdirnar koma at verða merktar so ella so, av verkætlanini við einum tunli av Skálafjørðinum til Havnar.

Jaspur Anthoniussen útgreinar hesa útsøgn sína soleiðis, út frá teim samtalunum, sum hann hevur havt við fólk frá landsverki um onnur lokalmál og um hetta vegastrekkið:

- Tað er kortini ikki vist, at rættast er at breiðka vegin sum nú er. Óhugsandi er ikki, at alt vegastrekkið verður gjørt av nýggjum í sambandi við tunnilsarbeiðið. Og tá fer ein kanska heldur at leggja vegin framvið fjøruni ella omanfyri bygdirnar.

- Hetta má ein gera sær greitt, áðrenn ein fer at leggja nógvan pening í eina breiðking. Spurningur er jú, um verandi vegur yvirhøvur fer at verða brúktur so nógv, tá tunnilin kemur! 





Landsverk: Tvær loysnir fyri vegastrekkið

Í blaðnum í morgin spyrja vit Heina Eysturoy, leiðara á vegadeildini hjá Landsverki um Selatraðarvegin.

Her greiðir hann millum annað frá at vegastrekkið er við í stóru Samferðsluætlanini fyri 2008 til 2020.

Ein breiðking av vegnum frá Lághálsum á Strondum til Selatraðar kann gerast fyri einar 25 mió krónur. Skal vegurin hinvegin nýmótansgerast, verður arbeiðið munandi dýrari.