27. og síðsta umfar í 1. deild í fótbólti er á skránni í dag. Talan er um avgreiðslu umfar, tí tað er langt síðani greitt, at B68 hevur vunnið gull, og tað eru fleiri vikur síðani, at tað varð greitt, at ÍF hevur vunnið silvur og skal flyta upp í Formula deildina saman við B68.
Bara fýra dystir eru á skránni í dag. Dysturin í Sørvági millum SÍ og NSÍ varð spældur mikukvøldið í síðstu viku. Úrslitið var 5-5!
Í dag sær skráin soleiðis út:
B68-KÍ: Bárður Mortensen
ÍF-B36: Jan Skoradal
LÍF-FSV04: Høgni Hansen
TB-HB: Páll Augustinussen
Støðan
B68 69 stig
ÍF 58 stig
FSV04 51 stig
TB 43 stig
LÍF 40 stig
NSÍ 31 stig
HB 29 stig
SÍ 28 stig
KÍ 17 stig
B36 12 stig
SÍ og NSÍ hava spælt 27 dystir.