Nú er tað loksins blivið greitt, at tað verður ongin kanning sett í verk fyri at kanna tiltiknu lásagøluna í Tinganesi til botns.
Sostatt er greitt, at nú er endaligt punktum sett fyri merkiligastu politisku gølu í Føroya søgu.
Gølan tók seg upp eftir at løgmálaráðið og uttanríkisráðið fóru at klandrast um eina skrivstovu í Tinganesi og tað førdi til, at lásið í skrivstovuni varð brotið upp.
Tað førdi til enntá til samgonguslit tá ið Jóannes Eidesgaard, varpaði Tjóðveldið úr Samgonguni við teirri grundgeving, at lásagølan var dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir.
Óbótalig skomm
Tað var beinanvegin, at Sjálvstýrisflokkurin boðaði frá, at hann vildi hava eina óhefta kanning av málinum.
Men eisini Annita á Fríðriksmørk úr Tjóðveldinum boðaði alment frá, at hon fór at taka stig til at seta ein kanningarstjóra.
- Hetta málið hevur verið ein óbótalig skomm fyri føroyskan politikk og tá ið vit vóru uttanlands í politiskum ørindum í tíðina aftan á lásamálið, varð tað javnan, at útlendingar, vit komu í samband við, skutu okkum við hesi lásagøluni, sigur Kári P. Højgaard, formaður Sjálvstýrisfloksins.
Hann sigur, at skommin var so stór fyri politisku skipanina og fyri føroyingar sum heild, at tað er eitt mál, sum vit avgjørt áttu at sett ein óheftan kanningarstjóra at lýst málið út í æsir, sigur hann.
Gevur skarvin yvir
Líka síðani hevur hann roynt at fáa politiskan meiriluta fyri einum kanningarstjóra.
Hann sigur, at hann hevur eisini skrivað eitt upprit til ein arbeiðssetning hjá kanningarstjóranum, sum hann síðani hevur latið øðrum flokkum í eini roynd at fáa undirtøku fyri kanningini.
- Eg havi havt eina grundaða vón um at fáa undirtøku fyri einum kanningarstjóra og tí hava vit arbeitt við málinum alla tíðina.
Hesa vóna hevur hann havt serliga tí at teir báðir høvuðspersónarnir í gøluni, Jóannes Eidesgaard og Høgni Hoydal, sum tá var landsstýrismaður í uttanríkismálum, sjálvir boðaðu alment frá, at teir høvdu onki ímóti eini kanning.
Harafturat hevur hann bíðað eftir svari frá ávísum politikarum.
Men hósdagin mátti Kári P. Højgaard so ásanna, at politisk undirtøka fæst ikki fyri kanningini.
- Eg má bara staðfesta, at politisk undirtøka er ikki fyri kanningini og tí hava vit nú gjørt av at slept málinum endaliga, sigur Kári P. Højgaard.
- Meirilutin av Føroya Løgtingi vil ikki kanna málið út í æsir. Tað kunnu vit ikki annað enn taka til eftirtektar og tað er ongin orsøk til at gera meiri við hetta málið.
Hann vil ikki siga nakað um, hvør er fyri ella ímóti kanningini.
Men hann váttar kortini, at tað er ikki Tjóðveldið, sum hevur ligið í buktini.
Tað skilst eisini á honum, at andstøðan tekur undir við kanningini, men at ongin í samgonguni vil vera við til at lýsa málið út í æsir.
Óvirðiligt
Men hví er júst hetta málið so áhugavert, at tit halda, at tað er neyðugt at kanna hetta út í æsir?
Hetta málið er ein so stór gøla. Tað spønaði eina samgongu sundur og tað er neyðugt at fáa øll kortini á borðið fyri at vita, hvør bar seg rætt at og, hvør fór yvir um mark. Tað hevði verið virðiligt fyri politisku skipanina og Føroya fólk, at vit fingu greiði á, hvat veruliga fór fram. Eisini fyri partamenninar báðar átti tað at verið ein fyimunur at fingið ein virðiligan enda á málinum.
- Samstundis hevur hetta kostað føroyska skattgjaldaranum eina milliónaupphædd í bíðiløn til frákoyrd landsstýrisfólk.
- Men tað ringasta er tann skaði, hetta hevur verið fyri okkara umdømi uttanlands, har vit vóru hildin fyri gjøldur, tá ið vit vóru uttanlands í politiskum ørindum. Tað var so pínligt, at tað er ikki orð fyri tí, sigur Kári P. Højgaard.
Les eisini greinina: Burturvið at seta kanningarstjóra.