Á síni heimasíðu í dag vísir Tórshavnar kommuna á, hvørjar nýggju freistirnar eru til eldraráðsvalið.
- Uppstillingarfreistin er hin 26. oktober 2012 klokkan16, og síðsta freist at velja er hin 30. november 2012 klokkan 12.
Nýtt eldraráð tekur við hin 1. januar 2013.
- Tey, sum stillaðu upp til fyrru freistina, nýtast ikki at stilla upp aftur av nýggjum, sigur Tórshavnar kommuna.