Sæst at yrkisspælarar orka betri enn parttíðarspælarar (FM1)

(FM1) Hoyr Hall Hansson og Jóan Símun Edmundsson seta orð á skuffandi tapið móti Rumenia

##med2##

Tróndur Arge, reportari hjá FM1 fekk eisini orðið á Hall Hansson og Jóan Símun Edmundsson aftaná skuffandi 0-3 tapið móti Rumenia.

Hallur Hansson er serliga vónbrotin, og hann vildi sloppið at møtt Malta beinavegin. Hann sigur seg vilja tey trý stigini so nógv, at hann kundi farið út og spælt dystin í kvøld.

Hallur Hansson staðfestir, at tað er munurin millum eitt lið, ið bara hevur yrkisspælarar og eitt lið sum eisini hevur fleiri parttíðarspælarar sum vísti seg seinasta korterið tá Rumenia skorar øll málini.

Jóan Símun Edmundsson fekk bert eitt stórt korter á vøllinum. Hann heldur, at liðfelagarnir høvdu gott tamarhald á rumenum størsta partin av dystinum, og tí var tað ógvuliga keðiligt at renna seg í eitt so stórt tap. Jóan Símun vónar at verða klárur til dystin móti Malta á Tórsvølli týskvøldið klokkan 19.45. 

- Tað snúði seg um at halda nullið. Tá vit so mugu fara fram aftaná fyrsta málið fáa teir tað eyka plássið sum ger, at teir fáa tvey mál aftrat, staðfestir Jóan Símun Edmundsson. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Hall Hansson og Jóan Símun Edmundsson. 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Atla Gregersen, liðskipara og Lars Olsen, landsliðsvenjara. 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Gunnar Nielsen, Brandur H. Olsen og Klæmint A. Olsen. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við dagsins spælara, Jóannes Bjartalíð. 

(Samrøður: Hallur Hansson og Jóan Símun Edmundsson)