- At nógv fleiri bilførarir verða tiknir fyri at koyra ov skjótt nú, merkir ikki tað sama sum at føroyingar eru blivnir villari í ferðsluni.
Tað staðfestir Karl Leonson, ferðslupolitistur.
Hann heldur tvørtur ímóti, at hetta skal eina og aleina takast sum eitt beinleiðis úrslit av, at løgreglan hevur gjørt nógv meiri við at kanna ferðsluna, enn hon hevur gjørt árini frammanundan.
- At gera ferðkanningar, og at kanna um bilførarar tosa í fartelefon ímeðan teir koyra, hava verið tvey øki, vit hava lagt stóran dent á seinastu tíðina og tað sæst beinanvegin aftur í hagtølunum.
Tí kemur tað í grundini ikki so óvart á hann, at talið á teimum, sum verða tikin fyri hesi lógarbrot, er munandi hækkað.
Og hann leggur afturat, at ætlanin er at halda fram í sama spori í ár og longu nú hava yvir 20 bilførarar fingið klipp í koyrikortið av ymsum orsøkum.
Bíða í nøkur ár
Samstundis sum at løgreglan er farin at gera meiri burtur úr at kanna ferðsluna, hevur eisini Ráðið fyri Ferðslutrygd skipað fyri fleiri átøkum fyri at fáa bilførarar at vísa størri ansni í ferðsluni.
Átøk hava verið fyri at fáa bilførarar at minnast til trygdarbelti og fyri fáa okkum at ansa betri eftir, tá ið vit koyra.
Tað er ilt at siga, hvørja ávirkan, hesi átøkini hava havt, men Karl Leonson heldur, at tað er neyðugt at bíða nøkur ár, áðrenn vit kunnu koma til nakra niðurstøðu.
- Viðurskiftini í Føroyum eru so smá, at beinanvegin løgreglan leggur størri orku í at kanna ferðsluna, sæst tað aftur, og tað sæst eisini beinanvegin aftur, tá ið Løgreglan raðfestir aðrar uppgávur.
Tí heldur politisturin, at skulu vit fáa eina samanhangandi mynd, er neyðugt at raðfesta hesi viðurskifti í nøkur ár á rað.
Men kortini sæst, at hóast løgreglan hevur lagt størri orku í at kanna ferðsluna, er talið á teimum, sum ikki brúka trygdarbelti, lækkað og somuleiðis er talið á teimum, sum verða tikin fyri rúsdrekkakoyring, sum heild, lækkandi.
Bótin hóskandi
Sum Karl Leonson sigur aðrastaðni her á síðunum, heldur hann, at bótin fyri at tosa í fartelefon, er alt ov lá.
Hinvegin heldur hann, at revsingin fyri at koyra ov skjótt er passalig.
Í Føroyum er skjótari at missa koyrikortið, enn í Danmark, men afturfyri eru bøturnar í Danmark hægri enn í Føroyum.
Tann, sum verður tikin fyri at koyra 111 kilometrar um tíman í óbygdum øki, missur koyrikortið og fær 2000 krónur í bót omaná.
Tann, sum koyrir 101 kilometrar um tíman í bygdum øki í Føroyum og missur koyrikortið treytaleyst, fær 4500 krónur í bót afturat.
Koyrir tú 60 í bygdum øki, sum er 10 km/t skjótari enn loyvt, er bótin 1000 krónur, men koyrir tú 95 úti í óbygdum, sum er 15 km/t skjótari enn loyvt, er bótin 500 krónur.
- Hetta er fyri at staðfesta, at tað verður ikki góðtikið at koyra skjótt í bygdum øki og tískil skal tað revsast serliga harðari, sigur Karl Leonson.
LES EISINI GREININA: 974 tikin fyri at koyra ov skjótt
LES EISINI GREININA: Vit skulu røkka null-hugsjónini í ár
LES EISINI GREININA: Vilja hava hægri bót










