Karen Marie Olsen boðar nú frá, at teir fimm sýslumenninir eru settir. Leysu sýslumansstørvini eru nú sett, og sýslumenninir eru:
Fyri Norðurøki:
Karl H. Johansen - Norðoya sýsla
Ingibjørn Eldevig - Eysturoyar sýsla
Fyri Miðøki:
Finnbogi Midjord - Streymoyar og Sandoyar sýslur
John Kruse - Vága sýsla
Fyri Suðurøki:
Jaspur Vang - Suðuroyar sýsla
- Sýslumenninir skulu í høvuðsheitum røkja uppgávurnar í egnum øki, men skulu eisini eftir tørvi loysa uppgávur í øðrum økjum. Sýslumenninir koma framvegis eisini at røkja vanligar politiuppgávur, sigur Karen Marie Olsen, fúti.









