Seiansta árið hevur drúgt orðaskifti verið um skúlan í Klaksvík í síni heild. Hvussu skal skúlin síggja út? Ber til at skipa skúlan øðrvísi? Ber til at leggja saman ella arbeiða meira saman? Skal leggjast upp til størri samstarv skúlarnar ímillum - eisini yvir um fjørðin eftir Norðoyatunnilin? Hesar og fleiri aðrar spurningar hevur verið kjakast um í fleiri og ymiskum høpi. Stóran part av tíðini hevur orðaskifti tó verið merkt av einum ørkymlandi hølistørvi á bæði vanligum undirvísingarhølum, serstovum og felagshølum á verandi skúlum í býnum.
Skjøtil setast á
Nú sær tað so umsíðir út til at drúgva orðaskiftið hevur givið úrslit. Beint undan jólum samtykti Klaksvíkar býráð nevniliga eina nýggja tíðarætlan fyri útbyggjing av skúlaverkinum í Klaksvík. Mikudagin varð so kallað inn til eina felags kunning fyri báðar skúlanar um byggiætlanina. Kunningin var í Skúlanum við Ósánna, har Mentanardeildin hjá Klaksvíkar býráð handaði skúlastýrunum álitið um útbyggingina.
Samtykt er at byrja eina útbygging av Skúlanum við Ósánna, og at henda fer av bakkastokki komandi summar. Útbyggingin veitir fleiri skúlastovur, serstovur, umframt skúlakøk og eina størri uppihaldsstovu. Eisini verður læraraumhvørvið umskipað og aðrar ábøtur gjørdar.
Eisini er samtykt, at Skúlin á Ziskatrøð skal útbyggjast. Henda útbygging er rættiliga umfatandi við serstovum og vanligum skúlastovum. Men ikki minst einari stórari felagshøll, ið eisini skal kunna nýtast til nógv ymisk endamál í skúlahøpi. Høllin skal eisini kunna hýsa tiltøkum, konsertum, framsýningum og annars smærri samkomum eftir skúlatíð.
Tíðar- og fíggjarkarmur
Afturatbyggingin av Skúlanum við Ósánna verður norður úr verandi skúla og kemur at taka eini trý ár. Samstundis verður Skúlin á Ziskatrøð liðugt projektaraður til útbjóðingar um eini tvey ár. Byggitíðin 4- 5 ár.
Ein nýggj umvælingarætlan verður gjørd fyri Skúlan á Ziskatrøð, sum tekur fyrilit fyri tí útbygging, sum er ætlað. Í ár verða nýttar 2 mill kr. til umvæling og projektering av Skúlanum á Ziskatrøð.
Metti kostnaðurin fyri byggingina av Skúlanum við Ósánna er 34 mill kr. Til útbyggingina av Skúlanum á Ziskatrøð liggur kostnaðurin um kr. 40 50 mill.
Hetta merkir, at um 10 mill kr. verða nýttar til skúlabygging pr. ár, so sum langtíðarætlanin leggur upp til, so tekur samlaða byggitíðin fyri báðar skúlarnar 8 ár.
Byggibólkur
Byggiætlanirnar skulu nú viðgerast av skúlastýrunum. Stýrini skulu ummæla byggingina, og verða møguligar viðmerkingar ella broytingaruppskot saman við býráðsins viðtøkum sendar landsstýrismanninum í mentamálum til góðkenningar.
Sambært skúlalógini verður í teimum kommunum, ið hava tvey ella fleiri skúlastýri, valdur ein arbeiðsbólkur at viðgera uppskot um skúlabygging/umbygging. Býráðið hevur valt tríggjar limir, og skulu skúlastýrini nú velja hvør sín lim eisini. Byggibólkurin skal síðani hava umsorgan fyri, at bygt verður sambært góðkendum projektum, at tíðarætlanin verður hildin, og at fíggjarkarmarnir halda.
Tað er umráðandi fyri býráðið, at skúlarnir sum minst verða eitt byggipláss, og at byggitíðin verður so stutt sum gjørligt. Tó er ásetti fíggjarkarmurin á 10 mill kr. pr. ár avgerandi fyri at náa málinum um at dagføra skúlaverkið í Klaksvík, verður sagt á Mentanardeildini hjá Klaksvíkar býráð.