Føroysku luttakararnir í 10.000 metra renningini hjá kvinnum myndaðu kappingina á Wikløf leikvøllinum í kvøld.
Súsanna Skylv Sørensen og Bjørk Herup Olsen vóru frá byrjan við heilt har frammi. Fimm rennarar runnu frá hinum, og báðar tær føroysku vóru við.
Eina góða løtu miðskeiðis í kappingini var Bjørk Herup Olsen fremst, men hon brúkti eftir øllum at døma so nógvar kreftir hesa løtuna, at hon mátti gevast fyri tíð.
Súsanna Skylv Sørensen datt eina løtu aftur á fimta pláss, men hon var alla tíðina í hølunum á teimum fremstu. Seinastu løtuna rann tann av Guernsey eitt sindur fram um hinar, men Súsanna Skylv Sørensen arbeiddi seg fram ígjøgnum feltið og kom á mál sum nummar 2.
- Eg eri væl nøgd við hetta silvurmerkið, segði Súsanna Skylv Sørensen eftir renningina.










