Hilmar Jan Hansen
Longu, tá SÍ fyri einari viku síðani sópaði Mjølnir av vøllinum í fyrru mansfinaluni í Sørvági, fekst varhugin av, at tað helst var neyðugt hjá klaksvíkingum at spæla langt yvir evni, skuldu teir fáa gjørt nakað við sørvingarnar. Soleiðis vísti tað seg eisini at vera, og hóast Mjølnir í øðrum setti á Eiði leygardagin fekk bitið frá sær, rakk tað nóg illa til at skelka SÍ, sum vann trygt, tá avtornaði.
Undan finalunum hevði eitt sindur av spenningi verið um, um tað bleiv Mjølnir ella ÍF, ið skuldi koma í finalurnar ímóti SÍ, og tá gjørdi Mjølnir tað bragd at vinna tveir fimmsettarar á rað á útivølli eftir bara tveimum døgum, fyrst í Sørvági og síðani á Kambsdali. Men nógv meira bleiv tað ikki til.
Hetta skyldaðist nú ikki, at Mjølnir ikki hevur staðið seg væl, men heldur tað, at SÍ hevur havt klárt tað besta liðið, og hetta bleiv eisini undirstrikað í finaluni leygardagin, har SÍ hevði størri slagstyrki, størri variatión í spælinum og ikki minst kundi gera sær dælt av størru breiddini á liðnum sum heild.
Í fyrsta setti var SÍ alla tíðina tveir og tríggjar bóltar frammanfyri, men mitt í settinum fór ferðin upp og SÍ økti frá 15-14 til 19-14 og síðani bara leyp avstað og tók settið. Næstsíðsta bóltin fekk Mjølnir dømdan ímóti sær fyri feil í uppstillingini, og serliga Boban Ilic gjørdi nógv burturúr at mótmæla, men avgerðin stóð við.
Heilur vinnaravilji
Tá hevði tú varhugan av, at her stóð ikki ov væl til hjá klaksvíkingunum, men so var ikki, tí í settinum aftaná var tað, at teir høvdu sína løtu í dystinum, tá teir tóku annað sett. Longu frá fyrsta bólti fór Mjølnir avstað, og hóast SÍ sá út til at revsa mistøkini, tá tey hendu, so svaraði Mjølnir alla tíðina væl aftur og helt SÍ eitt lítið petti aftan fyri seg allan vegin.
Mjølnir helt fram í sama stíli at byrja við í triðja setti, men megnaði ikki at fullføra, og so skjótt sum SÍ var komið upp á javnt til 8-8 og so yvirhálaði, kom eitt glopp í, sum sørvingar megnaðu at halda allan vegin, hóast Mjølnir ímóti endanum var um reppið at fáa fatur í rætta endanum aftur. Nú var Nicola Kapric hjá SÍ ordiliga komin í gongd aftur, eftir at hann hevði fingið lítið burturúr í serliga øðrum setti.
Í finaluni vóru tað ikki minst teir yngru hjá SÍ, ið gjørdu vart við seg, so har sær bara gott út fyri framtíðini vesturi í Sørvági. Og at vinnaraviljin var heilur, kom so í øllum førum til sjóndar í fjórða setti, tá SÍ byrjaði væl og bara økti munin, so tað til endans bleiv avsmurningur. Tá Jón Joensen servaði sett- og matsjbóltin, fingu teir í Mjølni ikki bóltin uppaftur, og harvið var fjórða meistaraheitið og triðja greipan hjá sørvingum síðani 2008 veruleiki.
Hjartaliga tillukku við greipuni, SÍ!
hilmarjan@sosialurin.fo