Sørvingar úti

SÍ megnaði ikki at standa ímóti trýstinum frá ÍF, og eru nu heilt úti úr FM-myndini

flogbóltur

Skuldu sørvingar hava bara tann allar minsta møguleikan at gera seg galdandi longur frammi enn á triðja plássinum, so var kravið ein sigur, tá ÍF kom á vitjan um vikuskiftið.
Samstundis var hetta ein dystur av alstórum týdningi fyri gestirnar, sum í verandi støðu bara mugu halda á fram at vinna, og annars bara vóna, at klaksvíkingar snáva fyrr ella seinni.
Fyrstu longu løtuna av dystinum var tað eisini so, at spenningurin um útfallið av dystinum var stórur. Fyrsta settið reið tað um snarið, tá fuglfirðingarnir megnaðu at taka sær leiðsluna, og tó at tølini vóru eitt sindur meira sannførandi næsta settið, so hevði SÍ alla tíðina eitt gott tak á.
Góða takið kastaði tó ikki nakað ítøkiligt av sær, og í triðja settinum skramblaði alt fullkomuliga saman. Sørvingar megnaðu als ikki at halda fast um trýstið, og uttan stórvegis hóvasták kundu gestirnir fara avstað við einum 3-0 sigri, soleiðis at teir framhaldandi halda trýstið á Mjølni.
Skal hetta geva úrslit í gullmerkjum, so er helst neyðugt, at teir fáa hjálp frá júst SÍ. Sørvingar taka komandi vikuskiftið ímóti Mjølnir, og so er spurningurin, hvussu tann dagurin fer at tørna út hjá Klaksvíkini. Sum nevnt aðrastaðni á síðuni, so skulu kvinnurnar hjá Mjølni tá eisini í ein avgerandi dyst á Vágoynni, og so er spurningurin helst, hvørt tað verur Queen við »we are the champions« ella Monty Python við »Allways look on the bright side of life« sum verður at hoyra í bussunum, tá farið verður eystur gjøgnum Vágatunnilin.
Hin dysturin um vikuskiftið var í Hoyvík, har Mjølnir vitjaði Fram, og her fekk SÍ ikki stórvegis av hjálp. Hóast Mjølnir ikki spílaði seg veruliga út, so megnaði Fram als ikki at hótta takið á gullmerkjunum. 3-0 til Mjølnir, sum nú kunnu fara at gera seg út til dystin í Sørvági, sum væl kann gerast endaliga staðfestingin av gullmerkjunum í mansflogbólti fyri 2004.