Í kavaælingini eina viku inn í apríl, stendur eitt einsamalt grátt hús við omankoyringina til bátahylin í Sørvági. Tað skal nú pussast upp til at gerast ferðafólkamiðstøð í Sørvági.
Við bryggju í Runavík liggur ein 33 fót AWI bátur við navninum Skarvur. Hann er komin úr Sørvági til at verða longdur og fáa nýggja maskinu í smiðjuni hjá Aðalstein Anthoniussen, áðrenn hann í næsta mána aftur fer at sigla við ferðafólki. Eisini verða slengrikjølar settir á bátin, nú hann fer í smiðjuna í Runavík
Tey trúgva upp á ferðavinnu í Sørvági, sigur Hans Poulsen, sum er ein teirra, sum í fjør fór undir at sigla við ferðafólki undir Sørvágsbjørgunum og á leiðunum har vestanfyri.
Størri Skarvur
Teir byrjaðu við glastrevjabátinum Skarvi, sum er ein 33 fót AWI bátur, sum teir ruddaðu dekkið á og settu beinkir í, áðrenn farið varð at sigla seinasta summar. Báturin hevði loyvi at flyta 12 ferðafólk í senn.
Hans Poulsen sigur, at royndin, teir gjørdu í fjør, eydnaðist hampiliga væl. Hóast teir byrjaðu nakað seint og ikki gjørdu so øgiliga nógv við at lýsa við tiltakinum, fingu teir pengarnar, teir settu í tiltakið, innaftur.
Tað hevur so givið teimum vón um, at tað eigur at bera til skapa eina inntøkukeldu burtur úr at sigla við ferðafólki um summarið.
Skarvur er nú í Runavík, har hann skal leingjast fimm føtur, sum svarar til umleið hálvanannan metur. Eisini skal hann hava nýggja maskinu. 450 hestakreftir verða settar í hann, og tað fer at gera, at hann eitt nú kann klára túrin til Mykinesar upp á ein hálvan tíma, sigur Hans Poulsen.
Í fjør varð siglt fyrrapart og seinnapart. Tríggir ymsir túrar stóðu á skránni. Alt eftir ætt og veðurlíkundum annars kundi farast undir Sørvágsbjørgini fyri sunnan í Vágum, ein túr kring Mykines ella ein túr norður um at síggja Víkarnar og tað, har er at uppliva.
Í summar ætla teir umframt at satsa upp á ein kvøldtúr, sum fer at byrja úr Sørvági klokkan 20 á kvøldi. Siglt verður so eftir sólsetrinum. Eitt nú er túrurin kring Mykines í slíkum líkindum sera vakur. Teir fara at hava turra grind, turran fisk og heit eplir við á túrin, og lagt verður inn í Borgargjógv eystantil undir Mykinesi, at eta, sigur Hans Poulsen.
Borgargjógv er ógvuliga vælegnað sum veitsluhøli. Har er steindeytt innan fyri drangin, hóast tað rekur sum eftir ánni beint uttan fyri Falltanga.
Skarvur verður bara brúktur til ferðafólkasigling um summarið. Um veturin rør hann út úr Sørvági, og tað, at hann verður longdur nú, fer eisini at økja munandi um lastakapasitetin. Einar seks kassar vænta teir at kunna hava afturat í lastini, sigur Hans Poulsen.
Farstøð við bátahylin
Umframt at leingja Skarv og seta nýggja maskinu í hann, hava teir, sum eiga felagið Blue Gate, eisini gjørt seg út uppi á landi i samband við ferðavinnuna í Sørvági.
Teir hava keypt eitt hús, sum stendur beint við omankoyringina til bátahyln í Sørvági, har Skarvur vanliga liggur.
?Vit ásannðu beinaveg, at tað ber ikki til at lata fólk standa og bíða við ein naknan bátahyl, sigur Hans Poulsen. Teir hava tí fingið hendur á hesum húsinum, sum teir beinanveg fara undir at pussa upp.
?Tað er í grudnini ikki so øgiliga nógv at gera við tað, greiðir hann frá. Eitt sindur av máling fer at gera udnurverk.
Niðara hæddin verður so innrættað til bíðirúm, har fólk kunnu sita. Ovara hæddin er longu innrættað við køki, stovu, tveimum kømurum og wc. So har ber væl til at leiga út til fólk, sum eitt nú kundu hugsað sær at hildið eitt vikuskifti í Sørvági, sigur hann.
Hann roknar við, at alt hetta verður liðugt um somu tíð, sum Skarvur kemur aftur úr smiðjuni. Tað er sett til 25. mei, sigur Hans Pouslen.