Sørvingar á odda

Eitt sindur ymiskt er, hvussu nógvar dystir mansliðini hava spælt, og tí er eisini eitt sindur torført at gera eina heilt álítandi støðu upp. SÍ og Mjølnir hava spælt fýra dystir, meðan Fleyr, ÍF og TB bara hava spælt tveir dystir í part. Men allíkavæl sær út til, at sørvingar eru rættiliga væl koyrandi.
Leygardagin vóru menninir í Mjølni á vitjan í Sørvági, men blivu sendir heimaftur sum av torvheiðum, tí SÍ vann dystin 3-0. Ikki var tann stóri munurin á í øllum settunum, men kortini var talan um ein tryggan sigur, har serliga fleiri av yngru spælarunum hjá SÍ vístu styrki og tóku ábyrgd, nú onkrir av teimum meira royndu høvdu forfall.