Sørvingar hava saman við øðrum keypt trolaran Beinir frá partafelagnum Kimbli í Havn Lemmatrolarin Beinir skal nú skrásetast í Sørvági. Eitt nýtt partafelag, sum hevur heimstað í Sørvági, hevur keypt trolaran frá partafelagnum Kimbli í Havn.
Tað eru teir,sum frammanundan eiga trolaran Vesturskin, ið eru høvuðseigarar í nýggja felagnum, sum teir hava stovnað við øðrum sørvingum.
Prísurin fyri Beinir er millum 19 og 20 mió. krónur, sigur Útvarpið.









