Flogbóltur
SÍ er væl á veg í finaluna í Eik-liguni hjá monnum, sum allarhelst verður ímóti Mjølnir. Hesi bæði liðini hava stórt sæð alt kappingarárið verið leys av hinum báðum liðunum, og nú kappingin er farin at halla, er teoretiski møguleikin fyri, at nakar annar endar í finaluni, enn hesi bæði, minkaður niður í næstan einki.
Í gjár tók SÍ enn eitt stig ímóti finaluni, tá tað á Kambsdali eydnaðist at vinna 3-0 á ÍF, sum enn eigur fyrsta sigurin í vetur til góðar. SÍ, sum onkuntíð fyrr í vetur hevur sæð hálvhjartað út í dystum ímóti lægru liðunum, tóktist hesa ferð taka uppgávuna í størri álvara.
Tað koyrdi í øllum førum sera væl hjá sørvingum í fyrsta setti, sum teir vunnu trygt. Sum vanligt, stríddust teir hjá ÍF væl á gólvinum og fingu nógv uppaftur, men tað forðaði ikki fyri, at SÍ tók fyrsta settið.
ÍF kom betur við
ÍF kom meira við í øðrum setti, men framvegis var SÍ við yvirlutan. Í seinna helmingi av settinum byrjaðu sørvingar at gera fleiri feilir og høvdu verri móttøkur, samstundis sum ÍF fekk meira álopsspæl, men kortini vann ÍF settið og var á odda 2-0.
Í triðja setti kom SÍ beinanvegin á odda 0-6, men ÍF svaraði skjótt aftur og fór framum 8-7. At SÍ enn ikki hevði fingið skil á móttøkunum aftur, gjørdi ÍF sær dælt av og stríddist fyri at vinna settið. Seint í settinum var ÍF á odda 19-18, áðrenn SÍ fór upp á 21-23. ÍF svaraði aftur og javnaði til 23-23, men kortini eydnaðist SÍ at taka settið og sigurin.
Sostatt gjørdist talan um trettanda ósigurin á rað til ÍF, ið enn eina ferð hevði gott verjuspæl og fekk nógv uppaftur, men kortini ikki megnaði at hótta nóg mikið, tí álopsspælið ikki hevur tilsvarandi styrki.
Fyri SÍ merkti sigurin, at bara eitt stig er upp til SÍ, samstundis sum seks stig eru niður til Fleyr, ið kemur til Sørvágs mikukvøldið. Vinnur SÍ tá, merkir tað samstundis, at liðið kemur í FM-finalurnar ímóti Mjølnir.