Flogbóltur
Sørvingar tykjast í ár hava ætlanir um at enda á ovastu rók í landskappingini í flogbólti hjá monnum. SÍ hevur ligið heilt frammi í oddinum í alt ár, og útisigurin á einum av harðastu kappingarneytunum um vikuskiftið var enn ein staðfesting av, at SÍ ætlar sær at verða verandi á oddasessinum.
Greiður sigur
Í dystinum í Gundadalshøllini millum Fleyr og SÍ var bert spenningur eina løtu. Fleyr vann fyrsta settið 25-19, men so tóku sørvingar yvir. Teir gjørdu bart og vunnu trý tey næstu settini lættliga, og so var sigurin í hús. Settúrslitini vóru 19-25, 25-15, 25-12 og 25-14.
Við sigrinum hava sørvingar næstan útihýst Fleyr úr gullstríðnum, og tí stendur tað nú einans millum SÍ og verandi føroyameistararnar úr Mjølnir. Júst hesi bæði lið hittast eisini í steypafinaluni um lítlan mánað.
Hin dysturin í meistaradeildini hjá monnum um vikuskiftið var í Hoyvíkshøllini, og stóð hann millum heimaliðið Fram og gestirnar úr ÍF. Fuglfirðingar vunnu dystin 3-1, og Fram er tí framvegis isolerað í botninum av meistaradeildini.
Harðastu kappingarneytarnir hjá SÍ, Mjølnir, høvdu frí hetta vikuskiftið.










