Jørgen Niclasen og Fòlkaflokkurin hava havt eitt sera gott val í Sørvági Fólkaflokkurin fekk 163 atkvøður í Sørvági og tað er ein framgongd upp yvir 8%. Hinvegin fekk Javnaðarflokkurin eitt tilsvarandi vánaligt val, tí hann hevði eina afturgongd upp á góð 9% og fekk bara 67 atkvøður.
Valserfrøðingurin í Miðlahúsinum og á Rás 2 metir, at hetta er tekin um, at sørvingar fylkjast um Jørgen Niclasen og at tað uttan iva hevur hjálpt, at hann er blivin floksformaður, tí tey eru ikki von av hava floksformann í bygdini-og so enntá ein bygdarmann, sum kann gerast fólkatingsumboð