Eftir U17-landsliðsvenjingarnar sunnudagin 18. september hava venjararnir Kristian Mikkelsen og Jan Hentze tikið út 12 dreingir, sum skulu vera til næstu venjingarnar.
Eins og við U18-landsliðnum hjá kvinnum, so er tað SÍ sum eigur bróðurpartin av landsliðsspælarunum. Tað ber vitni um tað góða og miðvísa ungdómsarbeiði, sum verður gjørt í flogbóltinum har vesturi.
Fýra ymisk feløg eru umboðaði á landsliðnum og seks spælarar eru úr SÍ. Tríggir eru úr Fleyr, tveir úr TB og ein úr ÍF.
Hópurin er hesin:
SÍ:
Julian Niclasen
Oskar í Haraldstovu Weihe
Oddur í Haraldstovu Petersen
Jón Weihe Simonsen
Ragnar Weihe
Hjørtur Joensen
Fleyr:
Jónfinnur Hansen
Dávið Hentze
Gilli Samuelsen
TB:
Niklas Djurhuus
Bárður Dimon
ÍF:
Ingálvur Olsen
Flogbóltslandsliðið skal í døgunum 17. – 20. oktober umboða Føroyar í NEVZA-kapping, sum verður í Ikast. Hini londini verða Ongland, Danmark, Svøríki, Noreg, Finnland og Ísland.










