Tað tykist sum um, at kappróðurin av álvara er vaknaður í Sørvági.
Sunnudagin vunnu sørvágsdreingir í Dúgvuni barnaróðurin á norðoyastevnu, og aftur í dag var Dúgvan fyrst á mál.
Í Klaksvík var Falkur úr Hósvík næstfremst, og soleiðis var tað eisini í dag. Í Klaksvík var munurin frá fremsta bátinum og til tann næsta knappliga trý sekund. Í dag var munurin millum tveir teir fremstu bátarnar stívliga tvey sekund.
Í dag var Tistil nummar trý. Hann luttók ikki á norðoyastevnu. Bæði á norðoyastevnu og í dag var Sævarmoy úr Klaksvík nummar fýra.
1 Dúgvan 02:43.01
2 Falkur 02:45.18
3 Tistil 02:51.39
4 Sævarmoy
5 Súlan
6 Kollur
7 Títlingur
8
10
11
12
13
14
15
16