Tekniska nevnd hjá Sørvágs kommunu hevur nú fingið álagt at leita eftir einum egnaðum øki í bygdini til bygging av ítróttarhøll. Sørvágs kommuna hevur samtykt at leita eftir einum øki til ítróttarhøll í bygdini.
Samtyktin snýr seg um, at tekniska nevnd í kommununi skal arbeiða við at finna eitt øki, sum er egnað til hallarbygging.
Jákup Súni Lauritsen, formaður í teknisku nevnd, sigur, at enn er málið komið stutt áleiðis, men hann væntar, at ætlanin at fremja eina slíka bygging kortini ikki liggur so langt frammi.
Sørvágs kommuna, sum eisini fevnir um Bø, Gásadal og Mykines, er rímiliga væl fyri fíggjarliga, og nettoskuldin verður við árslok umleið ein triðingur av árligu skattainntøkunum, sum helst fara at liggja beint niðanfyri 30 miljónir krónur.
Jákup Súni Lauritsen sigur, at ein slík ítróttarhøll, sum nú er upp á tal at byggja í Sørvági, helst fer at kosta einar 20-25 miljónir krónur.
Spurdur, um hann væntar, at hetta verður ein verkætlan, sum fer at røkka yvir fleiri ár, sigur hann, at tað væntar hann ikki.
- Eg vænti, at um vit finna eitt vælegnað øki í bygdini, og bygdaráðið annars semist um at seta eina slíka verkætlan á kjøl, fer ikki at ganga so long tíð, áðrenn ein ítróttarhøll stendur liðug í Sørvági.
Jákup Súni Lauritsen endurtekur, at enn er málið um hallarbygging í Sørvági so nýtt, men hann væntar, at Sørvágs kommuna fer at søkja um stuðul til verkætlanina, har nakað kann verða at heinta.