Seinnapartin í gjár byrjaði ein heldur øðrvísi vikuskiftisstevna í Sørvági. Talan er um eina dýrabiðudagsstevnu í missiónshúsinum.
- Vit hava bara føroyskar talarar. Og vit vóna, at nógv fólk fara at koma til møtini, sigur ein av fyriskiparunum, Thomas Juul Askham.
Setanin av hesi stevnuni var kl. 15 og um kvøldið var so fyrsta møtið í missiónshúsinum, og sum var skipað sum eitt Syngið-við-kvøld, har ymiskar sangbólkar luttaka, saman við góðum harmonikuspælarum.
Nú kl.10 verður sangur, lovprísan og forbønartænasta og møti aftur kl. 19. Dagurin endar við einum møti, har ungdómur møtir ungdómi.
Sunnudagin verður sunnudagsskúli kl. 14, møti kl. 16 og aftur møti kl. 19:30.
Annars verða luttakarar úr øllum landinum, og fara hesi at syngja, tala og vitna á møtunum.
- Tað vísir seg at vera stórur tørvur á forbøn í dag, tí nógv fólk stríðast við ymiskum í tí dagliga. Tí hava vit sett leygardag fyrrapart av til sang, lovprísan og til forbøn, sigur Thomas Juul.
Við møtini verður eisini savnað inn, til missiónsarbeiðið og til arbeiðið sum verður gjørt millum tey fátæku í Rumenien.










