Seinastu tíðina hava tíðindi gingið um, at pf. Luna skuldi keypa bláa flakavirkið frá spf. Vesturskin í Sørvági. Hóast munnlig avtala var gjørd um handil, varð hetta ikki formliga avgreitt fyrr enn í gjár, skrivar heimasíðan hjá Sørvágs kommunu.
Á fundi í gjár vóru seinastu viðurskiftini fingin upp á pláss: Leigusáttmálin við Sørvágs kommunu og keypssáttmálin millum keypara og seljara vórðu undirskrivaðir, og handilin sostatt vorðin veruleiki.
Ætlandi fara fólk frá pf. Luna undir at gera bygningin kláran til kryvjing av alilaksi fyrst í nýggja árinum. Pf. Luna hevur aliloyvir á Gøtuvík, Miðvági og á Sørvágsfirði, og eru ætlanir felagsins at kryvja fiskin úr øllum hesum støðum á virkinum í Sørvági.
Enn er ikki greitt nær nýggja virkið verður klárt at taka ímóti laksi, men inntil tá verður kruvt á gamla virkinum sum felagið eigur í Sørvági.