Sørvágur kostaði KÍ gullið

Klaksvíkingar ásanna, at tað er risa avbjóðing á útivølli at hitta 07 Vestur, sum er illa kroyst

Fýra dystir og fult stigatal er úrtøkan hjá KÍ, sum riggar til seinnapartin at fara til Sørvágs.

-Tað er altíð torført hjá okkum at spæla har vesturi, og vit hava áður mist týdningarmikil stig á Dungasandi.

Tað sigur Jóannes Bjartalíð, sum sunnudagin skoraði hattrikk í 3-1 heimasigrinum ímóti AB. Hetta var fyrsta ferðin hjá KÍ á heimavølli í ár, og longu í kvøld og aftur sunnudagin – á Skála – skal KÍ út at ferðast.

-Vit taka tað við, at tað nú eru so nógvir útidystir. Tað fáa vit aftur seinni, tá ið vit ofta vera á heimavølli, sigur KÍ álopsspælarin.

 

Í fjør var KÍ tvær ferðir á Dungasandi. Í fyrra førinum endaði tað við 2-0 sigri til gestirnar. Í seinna á førinum – 24. august ella á sjálvum stovningardegnum hjá KÍ – endaði tað 1-1. Ta ferðina javnaði Søren Nielsen við fínum frísparki fyri 07 Vestur við síðsta sparki í dystinum. Tá ið tað varð gjørt upp eftir kappingarlok, vann Víkingur FM – við sasma stigatali sum klaksvíkingar. Harvið ber til at hetta síðsta sparkið 24. august var ein av orsøkunum til, at tað ikki eydnaðist hjá KÍ at vinna FM.

-Vit hava hundrað prosent á avbjóðingini í kvøld, og tað sigur seg sjálvt, at gongdin higartil ger, at vit fara vestur við sjálvsáliti, sigur Jóannes Bjartalíð.

Hákun Edmundsson, Kristoffur Jakobsen og Ólavur Niclasen eru framvegis skaddir. Ísak Simonsen og Jákup B. Andreasen venja aftur eftir skaðasteðg.

 

Sunnudagin tapti 07 Vestur 3-0 í Runavík, eftir at hálvleiksstøðan var málleysur javnleikur.

-Vit vóru sera væl nøgdir við avrikið í fyrra hálvleiki. Eftir steðgin sóu vit, hvussu nógv tað kostar, tá ið vit gera mistøk. Tað snýr seg um hjá okkum at fáa stig á heimavølli, og tað ætla vit okkum, hóast talan er um gott mótstøðulið. Týdningarmikið er tað, at vit vísa sama hugburð, sum vit vístu í Runavík, sigur 07 Vestur álopsspælarin Jón Krosslá Poulsen.

Eftir fýra umfør hevur 07 Vestur eitt stig og er niðast á støðutalvuni. Harvið er tað trýst á heimaliðnum.

Tað er ivasamt, um Sølvi Egilsson verður førur fyri at spæla í kvøld.