Sørvágur fyrireikar seg til festival

Fyrireikingarnar til Sørvágs Country- & Blues Festival um vikuskiftið ganga væl, siga tey úr Sørvági. Bæði tann lítili og tann stóri pallurin eru komnir upp, tjøld, campingøki og Dansistovan er klár at taka ímóti festivalgestum.

 

– Sambært veðurforsøgnunum, so sær veðrið eisini út til at verða av tí besta í Sørvági um vikuskiftið, sigur Maria Samson, fyriskipari.

 

Skráin og øll barnatiltøkini síggjast á heimasíðuni www.country.fo, og í samband við festivalin koyrir náttarbussurin úr Sørvági leygarmorgun og sunnumorgun klokkan 04.