Sørvágur fer at kóka

FESTIVALUR Í Sørvági eru tey av álvara byrjað at síggja fram til vikuskiftið 8. og 9. juni, tá bygdin verður karmur um tann stóra country- og bluesfestivalin.

Sørvágur: Fyrireikararnir hava av álvara verið úti um seg, og hava megnað at fáa fatur á fleiri kendum nøvnum úr útlondum at framføra á festivalinum.

Men føroyingarnir smæðast heldur ikki burtur, tá teir fara á teir ymisku pallarnar í bygdini. Ikki færri enn 17 bólkar og einstaklingar fara at seta sín dám á henda fyrsta stóra festivalin í bygdini.

Hetta vikuskiftið verður bygdin nærum umskapað til ein rættan western-bý, við øllum tí sum hartil hoyrir. Út frá hesum er ætlanin, at bæði børn, ung og vaksin kunnu fáa eina ógloymandi uppliving av tónleiki, hugna og samvera við tey túsundtals fólkini sum eru væntað higar.

Sum skilst á fyrireikarunum er áhugin fyri hesum fyrsta festivalinum av slíkum slagi í Sørvági sera góður. Og tað gongur eisini sera væl at selja atgongumerkini í forsølu á sølustøðunum kring landið.

- Vit ætla at gera alt fyri at hetta skal gerast ein ógloymandi festivalur. Hesar dagarnar skal Sørvágur kóka, siga fyrireikararnir.