- Vit eru sera tolin her vestri – kanska alt ov tolin. Og vit eiga tíverri ongan í landspolitikki, ið rópar fyri okkum og ger vart við okkara støðu.
Hetta skrivar Aimé Jacobsen, borgarstjóri í Sørgvágs kommunu, í skrivi, sum hon hevur sent landsstýrismanninum í Samferðslumálum, Heðini Mortensen.
Sørvágs kommunan ynskir at minna samferðsluráðið og landsstýrismannin á, at tað er alneyðugt at fáa bøtt um havnaviðurskiftini í Mykinesi, tí lítla, gamla og slitna atløgusíðan er als ikki nóg trygg til risastóra ferðafólkatalið, verður sagt.
- Hagtøl frá SSL vísa, at mykinesarleiðin hevði 5.631 ferðandi í 2009. Í 2017 var talið vaksið til 20.629, ein vøkstur upp á fleiri hundrað prosent. Talið í 2018 er 19.790 ferðandi við Strandferðsluni, og tá eru ferðandi út í oynna við øðrum túraoperatørum og Jósupi teir 1-2 eykatúrarnar, ið hann ger um dagin, ikki tald við. Tað skal eisini havast í huga, at hetta fer fram yvir bert fýra mánaðir í árinum.
Ikki vandaleyst at ferðast til Mykinesar
Borgarstjórin vísir á greinina á in.fo: Hava bíðað í yvir 30 ár – Men nú verður tað, har landsstýrismaðurin segði, at byrgingin í Haraldsundi skuldi gerast skjótast gjørligt.
- Vit øvunda ikki norðoyingum góða byrging og samferðslu. Tað er teimum væl unt. Men tað er als ikki vandaleyst at ferðast til Mykinesar. Her er talan um ein trygdarspurning. Tí heita vit á landstýrismannin at finna pening til endamálið at bøta um atløgusíðuna og fáa arbeiðið gjørt sum skjótast. Bíðað hevur verið so leingi.
Børn sleppa ikki heim
Borgarstjórin heldur ikki, at ferðaætlanin hjá bygdaleiðum í kommununi er nøktandi. Hon vísir á, at tey, ið ganga í skúla, mugu bíða leingi í Havn eftir loknan skúladag, áðrenn tey sleppa heim aftur.
- Eingin bussur hjá bygdaleiðum hevur koyrt til Bíggjar ella Gásadals í fleiri ár - eingin. Hetta, hóast nærum 100 fólk búgva í bygdunum, og nærum øll útlendsk ferðafólk vilja síggja Tindhólm og Múlafoss, sigur Aimé Jacobsen.
- Skulu vit fyrireika okkum til eina vaksandi ferðavinnu og hugsa burðardygd, so eiga vit at tryggja, at samferðslan er ein veruligur valmøguleiki afturat leigubilum og -bussum.
Kommunan heitir tí á landsstýrismannin at hugsa um hesi viðurskifti, og at økið verður tikið við í ætlanina, tá ið nýggj summarferðaætlanin kemur í gildi.